Føringatíðindi - 25.10.1900, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 25.10.1900, Blaðsíða 1
 FØRINGATÍÐINDI. Nr. 20. 25. OKTOBER 1900. 11 Ár. Haskulin á Borðoy ætlast, sum aftan standandi lýsíng sigur frá, at byrja 28. novembir. Fleiri ung fólk úr ymsum oyggjum hava Iongu meldað seg sum søkjandi hartil. Vit hopa, at tey mugu verða fleir, áðrenn adventin er komin, og vit ynskja teimum at liva ein hugnaligan vetur í tí nýbygda plássinum, íð skýrt er: »Fagralíð«. Siberien i vore Dage. Af Sigurd O. Patursson. Soleiðis eitur ein bók, íð verður útgivin av Alex. Brandt (Andr. Schous Forlag) í Købinhavn og kostar 6 kr., 10 heftir — 60 oy. heftir. Bókin er væl út- gjørd við góðutn bílætum og stutliga skriv- að, so at ein og hvør má hava gaman av at lesa um tey viðurskiftir, íð hava verið fyri okkara landsmanni á 6-ára ferð hans í tí ókunnuga landinum. Forngripagoymslu-inálið. (Av A. Sámalsson.) Sum kunnugt, verður nú arbeitt fyri at fáa eina føroyska forngripago}'msla í Havn. Bæði »Fuglaframi« og »Føringa- tíðindi« hava framborið eitt stutt yvirlit yvir teir lutar, sum goymslan tekur við. Nevndin. sum vald er fyri at fremja hetta málið, býr runt um oyggjarnar og nøvnini á nevndarliminum hava staðið í »Fuglafr.«, eg minnist ikki, um tey hava staðið í »Føringat.«. Tá íð nevndin hevur tikið við valgi til hetta starvi, so er tað tí, at hon heldur málið vera vert at styðja, og i tí treysti, at Førjafólk vil halda tað sama og geva sín studning, sum ikki kann verast fyri uttan, um nakað skal koma burtur úr. Tað er fyrst og fremst teir gomlu lutirnar, vit ætla at samla og harvið fyribyrgja, at teir mis- farast fyri Førjum, Har, sum slíkir lutir finnast, vænta vit gott fólk at selja ella geva. Lutirnir vera væl goymdir og skrivaðir upp í bók saman við navninum á gevarinum. Um tað finnast søg"r, ættarsøgur ella aðrar um lutirnar, vænta vit frágreiðing frá teimum, og tær verða so skrivaðar í bók av nevnd- ini. Vit hava sent listar út um landið. Uppá hesar listar kann so ein og hvør skriva seg fyri gávur. Fyrst og fremst ynskja vit lutir, men tey, sum ikki hava slíkar at veita, styðja málið við at geva pening. Sakin vil koma øllum til góðar, tí Førjafólk skal eiga samlingina; tað er málið.. Teir nevndu listarnir væntast sendir til mín (ella hann, sum tá er kassameistari) til 1. mai næsta ár. Lutír kunna altíð send- ast. Eg vóni eisini. at tey føroysku bløð- ini vilja taka ímóti peninga-gávum. Eg gevi teir upplýsningar, sum eg kann, tá íð ein vendir sær til mín; hinir nevndarlimirnir vilja vist gera'tað sama. Eg vóni, at bløðini »Fuglaframi« og »Føringatíðindi« vilja greiða frá ti, sum innkemur. Enn vóni eg, at gomlir lutir hereftir hvørki vilja verða givnir ella seldir til aðrar ella annan enn til tað føroysku goymsluna. Til seinast skal eg biða fólk um endi- liga ikki at gloyma hetta málið. Søm'uligt vildi tað verið fyri Førjafólk og gott vildi tað verið. um vit á Olavsøku næsta ár kundu hildið fram eina rætta samling av forngripum og øðrum lutum. Eg vænti, at vit kunna. Eg liti á Førjafólk og teirra kærleika til Førjar og tað føroyska. Frísinni — sjálvbjargni. Kríggj er eitt ódámligt orð, og tó má og skal hvørt menniskja kríggja dag og dagliga, um hann ikki sært og mátleyst skal falla til jarðar og geva tapt. Tann einstaki má kríggja ímóti ti uttan um hann, sum vil leggja hond á hansara følilsi og doyva hansara sjálvbjargni. I sama máta má ein eisini hvønn tíma takast við seg sjálvan, tí sannheits orð er tað, at einki menniskja er gott av natúrini, og saman við tey góðu evnini í einum veksur og trilkast ónótar og illir lystir, sum dagliga mugu lyndast ella ansast. Hetta sær og følur ein, tá íð hann hevur byrjað kríggið

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.