Dúgvan - 01.11.1914, Side 2

Dúgvan - 01.11.1914, Side 2
Vil eg t( vid skaldinum kvøda: Tøkk so havi Absalon, i6 nyggjar gøtur legåi; hann breyt hol a virki ta3, i5 fdvitskan her hevdi. IV. Hetta, eg nå havi roynt at flutt fram, er i stuttum avhaldssøgan i Føroyum. Vil eg i hesari grein taka mær loyvi til at siga sumt um avhalds- søguna 1 Havnini. Frætt havi eg um eitt avhaldsfelag, sum Ibirt bleiv nakaS aftanå, at Asbjørn Kloster hevdi gist Føroyar. Fletta felagid hevdi setri i Havnini og livdi nøkur år. Tad feil til jardar, av ti at ein ella fleiri spentu fot fyri ta5, og var tad tå ungt og åroynt og dugdi ikki at fota sær. Har voru uppi i hesum felag menn, sum seinri blivu millum teir fremstu innanfyri »Havnar avhaldsfelag«. Sum ådur sagt, livdi og virkadi hetta felagid i nøkur år; men skal har so eitt uppskot hava verid komi8 til vidgerd, sum bleiv til ein meinboda fyri avhaldsmålid. Vidgerdin ljådadi so, at avhaldsfelagid skuldi svavast og bløda burtur, men so skuldi hesin deydi kroppurin setast i »Spiritus« og skirast måta- haldsfelag. Eftir hesari vidtøku hevdi hvør limur rætt til at njota »Snaps« til matin. Sagt er mær frå skilamonnum, at einstakur madur i Havnini var ispinnarin av hesum uppskoti. Er hetta satt, so man fara at verda bein gitan, at hesin madur einans hevur virkad å slikan hått fyri at nøra um vinnuliv og ognir sinar, ti ta5 var inn- tøka fyri hann, at so nogv sum gjørligt var kundi seljast av ti våta slagnum, cg vit vita, at har av- haldsmålid er hildid fram og vil vinna rymd i einum landi, har gongur tad javnt ut yvir teir menn, id selja eiturdrikk. Nogvir, av hesum drikki illa hagreiddir menn, véru komnir inn i ådurnevnda avhaldsfelag; men ein kann ætla, at teir ikki kundi vera blivnir heilt stinnir avhaldsmenn, og at ikki kravdi nogv til, ådur teir voru fyri at falla frå aftur. Tå so hetta uppskotid kemur til vidgerd, ganga teir flest allir vid til hesa umskipan. Hvussu so må og skal gang- ast hesum yvirfyri råsdrekka veiku monnum, id javnt og sannt brellast eftir ti sterka slagnum, er eydskilt. At menn, sum ikki unti avhaldsmålinum nakad gott, gløgt sågu hetta, er ikki at ivast i. Mong søgan gongur um tilburd einstøkum av teimum veiku måtahaldsmonnum. Tad var, sum voru teir loystir ur einum bandi, tå teir mistu navnid avhaldsmenn. Tad var, sum kendu teir seg fridar og frælsar menn at vera, tå måtahaldsnavnid var givid teimum. Nu var at njota hesa friheit, sum givin var teimum. Tann fyrsta tidin gekk so dånt; men sum fråleid, bleiv alt verri at halda hesa vidtøku. So foru teir at tuga og toyggja »brennivin til mat«, so langt sum teir høvdu heila til, og årslitid bleiv tad, at måtahaldsfelagid køvnadi. Tad skuldi ikki vera forkunnugt i teirri tidini at hitta bædi ein og annan av hesum måtahalds- monnum vid godari kenning og væl so tad. Ein av hesum bleiv einaferd av einum avhaldsmantii spurdir: »Hoyr madur, hvussi er statt vid tær i dag, tu vinglar, sum hevdi tu havt fingid nakad uppi høvdid? Ikki væntadi eg at nakar, og tå serliga ikki tu, kundi fingid upp i lag at drekka teg fullan einans av einum litium steypi av brennivinid til matin . .« Hesin treiv bådar hendir nidur i kotalummarnar og kom fram vid einum dryli i ti eini og eini brennivinsfløsku i hinari hondini og gav sovordid aftursvar: »Vælsignadur, tu veit vit eru fridir måtahalds- menn, og ikki haldi eg meg brota felagsvidtøku okkara, um eg eina ferd imillumat biti i drylin, fyri sidani at smadka mær å. Ti, sum tær kunnugt, til matin hava vit loyvi at njota »snappsin« . .« At hetta måtahaldsfelagid ikki bleiv til frama fyri avhaldsmålid, er eydvita, og var ti best sum var, at tad slapp sær ut ur verdini. Kemur so ein tid, sum eisini ådur hevdi verid her i Havnini og fyri alt tad vida hvar i Føroyum, hvar hesin skadadrikkur valdar mangan mann, medan ognir brennivinshandlarums nørast i storum. Tad eru, ti verri, mong misshått og syrgilig dømir at taka til, hvar id madur fyri at fåa fatur i henda ørvitisdrykk setti seg i so stora skuld, at tå hann av ålvara fail frå, kundi keympmadur, um hann vildi, sett bædi konu og børn hansara åt å geilar; — tad var eftirspælid, — fåtæk einkja vid barnaflokki at kalia håsvill. Tå hjånarbandid vard bundid, setti tey bågv i sinum egna heimi, og kanska gekk alt gott tey fyrstu åruni, tå henda eyma vonrika kensla um eydnu og lukku tråliga helt seg hjå teimum og var ment at heila og grøda tey småsår, livslagnan gav teimum. Men so bleiv umskift. Madurin breyt av, tok til at drekka, og kom so ein lang og tung tid, hvar samliv hjuninum var ofysid og kalt, og hvar konan so vid og vid, åtslitin og pind, noyddist at geva seg inn undir tad rædu- liga valdi råsdrekkanum. Blotan og bannan og ljått brennivinsmøsn, tad var nidurlag og uppstøda; tå madurin var um vegir, tad var venjing og upp- æling børnuni fingu. Og mammuni fysti einkid, hon hevdi so manga royndina gjørt i kærleik og toli at bvgt upp. men tad vard hvadna skjotari nidur aftur brotid av påpanum. Hon, sum av fyrsta sinni hevdi havt so manga ljosa og fagra voniha, hvørja eftir adri noyddist hon at sleppa og siggja smodka nidur fyri, til tess alt tyktist kåmt og vonleyst. Gromut. vid ringum dæmi, skirvislig og kloddut, smoygdu børnuni sær ut år heiminum, funnu sær eitt élla annad til leika og spældu sær. -Men javnt kendu tey otta og rædslu å sær, ti påpan kundu tey altid vanta at hitta, og tad var fyri teimum tad ringasta og rieit fastari enn bædi høgg og slag, at siggja hann koma slødrandi moti teimum, medan folk kundi tyrpast saman fyri at finna gleim i hesum stuttliga fulla manni. Tad var, kann vera åkent fyri teimum sjålvum, skomm tey høvdu av honum, id påpi teirra skuldi vera. Å henda hått svinnur barndomstid teirra, og myndirnar frå hesari tid vilja javnt i uppvøxtci og fram igjøgnum åruni koma fram fyri sjon teirra, berandi vid sær hopin av minnum um ståra neyd, vesaldom og glediloysi. Sjålvt um einstøk av hesum børnum kundi havt slikt lyndi, at tey skjott dugdu at breit gloymsil yvir hetta ohappid, lagnan igjøgnum tey fyrstu livs- åruni hevdi veit teimum, var tidan nakad annad til hindir. Ein byrda var løgd å veiku axlar teirra, tung og lugvandi, og bleiv hon verandi til ein tymandi meinboda, sum tid eftir adra setti sitt ålvarsama progv å hesar unglingar. — Alt tad, påpin hevdi spilt og oytt burtur, skuldi, um tey eftirsitandi vildu hava tak yvir høvdid, reisast upp aftur å føtir av bøminum, so hvørt tey vuxu til. Har skuldi gjald- ast peningur i alla ættir, og tad ikki einans so frætt, sum småttan kundi setast til i virdi, men nogvar feidir meira. Til hvussu storan skada hetta hevir verid fyri Føroyar er ikki lætt at fata. Hvussu nogvir fimir unglingar og vøkur sprund, id einans frå påpanum ,hava fingid henda arvin -— skuld og skomm. — er ikki i fåum tali at nevna. Hvussu någvar ljosar vonir, gott næmi, handalag og serligt kynstir, brennivlnid herjandi hevir lagt seg køvandi yvir, bædi hjå ti tilkomna manninum, sum hjå ti ungu slektuni, verdur neyvan sagt so ringt at vera, at tad ikki. um ein gjølla for at kanna eftir, bleiv nogv verri. Hvør var nu atvold i hesum oskili? Drågvast vilja flest øll geva mær til aftursvar, at tey einstøku, sum komu at iiggja undir fyri brennivinsosidinum, fyrst og fremst sjålvu høvdu skuldina. Lat tad so vera, at tad må sigast at vera beint framhald; men tey høvdu goda avsakan. Rusdrekka var um vegir, lætt at fåa, og tey voru veik, dugdu ikki at halda sær burtur frå ti, fullu undir og blivu liggjandu. Hvør var nu næstur at hjålpa? Var tad ikki tann madur, id selt hevdi? Man nakar av teimum kunna finna avsakan at flyta fram, sum fynd kan vera i? (Meira.)

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/13

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.