Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 2

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 2
2 DÚGVAN FØROYAR Eítir Peter Michelsen. Føroyar, tá sólin í tindrandi megi stavar á firðir og danđandi vág, tá kemur hugsjónin til mín í gleði: Føroyar er land mítt — her alđist eg á. Tá ið so skýmingin sígur um landið, kámast burt alt, eg í đagsskinið sá. — Alđurnar tutlandi spæla á sandi — stjørnurnar glitrandi glampa á vág. Føroyar, tá stormur í leikandi øði skakar og knasar — eg dragist at tær. Tá ið so hvirlurnar leggjast av møði, alt verður kvirt — tað er dýrd víða hvar. Føroyar, tá stórkavin leggur seg niður, alt verðar snjóhvítt úr tindi í strond, tá er sum kemur hin sælasti friður, hugtekur meg — tú ert best millum lond. Føroyar, tá mjørkin á sumri teg fjalur, tindarnir klárir tó glitra í sól — og tá ið sólvindur millum teir spælur veit eg, tú altíð skal verða mær ból. Føroyar í brimduni, Føroyar í stilli, Føroyar í havódn og Føroyar í logn, Føroyar við tínari náttúru villu, Føroyar — tú ert mær mín kærasta ogn.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.