Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 3

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 3
OKKARA BARDAGI Eftir Louis Højgaard. Fyri at fremja eitt gott samfelagsmál, fráhalđsmálið, hava vit givið okkum í felagsskap. í hesum felagsskapi arbeiða vit bæði innanfelags og uttanfelags, móti rúsdrekkaóskilinum. Vit hava øll hoyrt um hina tíðina, tá ið kongiligi hand- ilin var í Føroyum, og eittans handilsstað í landinum var í Havn. Føroyingar máttu tá rógva líka frá teim ytstu útrið- unum til Havnar, til handils. í teirri tíðini fekkst rúsdrekka við handilin fyri lítlan pening. Hetta var ofta til stóra van- lukku bæði fyri land og fólk. Tað bar tá ofta á, at bátsskipanir vóru liggjandi fleiri samdøgur í Havn, av tí at bátarnir vóru nógvir, ið vørur skuldu hava, og allir ikki kundu koma fram at ísenn. Hesir menn, ið soleiðis lógu og bíðaðu, høvdu tað ikki best. Ónyttu- tíðin, ið teir noyddist at liggja í Ilavn, varð mangan nýtt til at drekka í. Ja, tað var viðhvørt so galið, at tá ið teirra løgir vóru at koma framat at fáa vørur útflýggjaðar, tá var hin mesti peningurin đrukkin burtur, og lítið var eftir at keypa fyri. Teir høvdu tí lítla vøru við, tá ið teir so endiliga fóru av stað aftur. Men fløskan var tó ikki gloymd. Mangir fórust í teirri tíðini bæði á sjógvi og landi, og mong ein konan sat eftir á berum, og felđu tár yvir mannin og sonin, ið ikki komu heim aftur við teim neyðturvuligu matvørunum, men av óráðum høvdu lagt seg sjálvar í hina køldu grøv. Vit hava rætt at siga, at Føroyingar í teirri tíðini vóru trælabundnir, og søgan veit at siga, at eisini mangir royndu at koma sær úr hesum trælabandi, men eldvatnsdrotturin,

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.