Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 4

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 4
4 DÚGVAN brennivínsløgurin, tók teir altíð av fótum. Trælabandið rubbaðist tí fastari og fastari um teir. Seinni í tíðini kom so ein heldur frægari greiða á brennivínsóskilinum. Nýtslan av rúsdrekka minkaði kortini ikki so nógv, sum mangur hevði vónað. Tað varð við lóg forboðið at selja rúsdrekka í lanđinum, men rætt høvdu øil, ið hug høvdu til tess, at skrivað eftir rúsdrekka frá útheim- inum. Og mangan floymdi hesin eiturstreymurin inn yvir okkara land, stríður og oyðandi. Tað er mangan enn á døg- um, at ein kann hava ta tungu sjón, at síggja menn á besta aldri ganga og sløra á gøtunum, meðan sólin skínur oman og niðan, og náttúran lýsir í vakurleika. Hetta er niður- brótandi fyri okkara fólk, bæði sálarliga og mentannarliga. Fólk okkara má læra at síggja hitt rangvørga í hesum, so ikki komandi ættarlið skulu taka við hesi knógvanđi byrðu. í hesum døgum tosað fólk dúgliga um kríggj, og um hvussu ræðuligt tað er at menniskjan soleiðis skal vilja oyði- leggja hvørt annað. Tað er skiligt, at øll skilafólk mega hava henda blóðiga bardaga á orði. Men tey gloyma eldvatns- drottin, ið er hin størsta atvoldin til allar vanlukkur og alt herverk, sum eisini í friðartíðum fer fram kring um allan heimin. Um hvør einstakur maður og hvør einstøk kvinna legði alla megi sína í at útihýsa rúsdrekka, so var friður á jørð og í menniskjunum góður tokki. Vit fráhaldsfólk, menn og kvinnur, berjast í felag móti elđvatnsdrottinum og øllum hansara ógerðum. Hesin sníkjanđi fíggindin leggur heim oyði og rænir eydnu og merg frá teimum, ið fyrr livdi í gleði og friði. Vit hava sett okkum fyri, at vit einaferð skulu røkka á mál, sjálvt um anđróðurin ofta verður harður og streym-. tangarnir mangir at fara um. Vit skulu rógva harðan and- róður, og tí ræður tað um at liava eina treysta og sameinda bátsskipan. Tað treysti, ið menn halda at fløskan er ment at geva, er virðisleyst, tað er einans niðurbrótandi og viknar um hvønn lið og lim. Vit fráhalđsfólk halda fram í treysti og

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.