Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 5

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 5
DÚGVAN 5 sleppa aldri endarnálinum úr huga, at okkara land einaferð skal verða reinskað fyri rúsdrekka- Og í teirri vón stríðast vit, at tað í hesum vakra fjallalandi skal alast upp ein ung- dómur við einari ijósari hugsjón, einum sterkum vilja og einum góðum hjartalagi. Tá eru vit komin fram at hini hugmyndini, ið skaldið sipar til, tá ið hann sigur: „Blóma eldhugur skal yvir stríðsvígđan val, tá skal tjaldast við lívseydnu alt Føroya Iand.“ GOTT AFTURSVAR Tað var á einari ungrnannastevnu. í vælvaldum orðum talaði røðarin um allar tær mongu vanlukkur og sorgir, ið rúsdrekkaði hevur verið atvoldin í. Røðarin segði m. a.: „Kann nakar hugsa sær eina syndarligari sjón, enn at síggja eitt sakleyst barn á seinari náttarstunđ royna at hjálpa sínum deyðađrukna faðiri heim til hús?“ „Jú,“ svaraði ein av áhoyrarunum, „at síggja ein um- hugsnan og góðan faðir lyfta sín deyðadrukna son upp úr túninum og sleipa hann heim!“ Hetta aftursvar fekk fleiri ungar dreingir at melđa seg inn í Fráhaldsfelagið í bygdini.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.