Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 6

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 6
UTTANFELAGSFÓLK OG »LÓGIN UM RÚSDREKKA« Spiritusstøðan, soleiðis sum lion er í dag, er ein spurn- ingur sum nógv kann sigast um. Og vit skulu her loyva okkum at gera nakrar viðmerkingar til eina grein um henda spurningin, ið stóð í „Alđuni“ 18. februar í ár: Fyrsta fatan ein fær av hesari grein er, at tað annað- hvørt má hava verið „tungalda“ og mjørki, tá ið greinin er komin til verðina — tí so mótsigandi er hon — ella hevur greinskrivarin verið serliga óheppin í sínari sammeting av spiritusstøðuni áðrenn og aftaná 1907, tað árið, ið fráhalds- fólkið fekk lógina í gildi, sum vanliga verður nevnd „edrúilig- heitslógin“. Vit loyva okkum at endurprenta nøkur brot úr greinini. Har stendur: „Tá ið tosað verður um ta inntil 1907 galđandi lóg, verður ofta đrigið fram, hvussu ræðuliga illa tá var đrukkið — konurnar stóðu javnan uttanfyri búðirnar og bíðaðu, meðan menninir sótu inni og drukku upp tað, ið tær og børn skuldu hava at liva fyri.“ At hetta er satt, tað kann hvør inaður og kvinna prógvað, sum minnist tað ræðuliga óskilið, ið var áðrenn 1907. Skilið var verri enn so. Ikki bert drukku menninir upp sína arbeiðs- løn — teir drukku burt bæði torvheiðar, traðir og annað. Tá ið so greinsltrivarin skrivar: „Tað kann ikki sigast annað, enn at henda nýggja lógin hevði stóra ávirkan á teir flestu,“ so ásannar hann, at lógin var eitt stórt framstig,

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.