Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 10

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 10
10 DÚGVAN Tað ein skylda móti samfelagnum og mannaættini, ein skylđa móti sjálvum sær og síni samvisku, at ansa eftir, at ikki missvøkstur kemur í tað ættarlið, ið skal taka við aftaná okkum, tá ið vit hava lagt frá okkum — með alla. At tað var um at koma missvøkstur í hina ungu manna- ættina, eru bæði menn og kvinnur, sum árini liava liðið, komin meira og meira eftir. Og væleydnaðar royndir hava eisini verið gjørdar fyri at koma ungdóminum og hini upp- vaksandi mannaættini til hjálpar. Ein týdningarmikil eydnu- roynd, var háskúlastarvið, ið hevur havt alstóran týdning og hevur tað framvegis. Tað sigst um hin slóbrótandi danska háskúlamannin Kristen Cold, at hann inetti ungdómin í 15 — 18 árs aldrinum við eitt ur, ið var steðgað, ikki tí at nakað var brotnað innan í tí, men tí at tað ikki var upptrekt. Gongu- verkið var sum tað skuldi, fjøðurin var líka góð, men tað var steðgað nakað aftaná, at ungdómurin var farin úr skúlanum. í skúlanum var hetta gonguverk regluliga trekt upp, men tá ið skúladyrnar vóru afturlatnar fyri seinastu ferð fyri ung- dóminum, ið nú skuldi út í lívið, ja so var tað eingin, ið trekti tað upp. Urið steðgaði — og missvøkstur kom í hin evnaríka ungdómin. Tað var hetta, ið liann vildi liava há- skúlarnar at gera, teir skuldu trekkja gonguverkið í ung- đóminum upp, og ikki bert tað. Á háskúlanum skuldi ung- dómurin sjálvur læra at ansa eftir sínum gonguverkið, trekkja tað upp, so tað ikki steðgaði. Tað vóru ikki øll, ið skiltu Kristen Cold, men ættir aftaná hann, hava lært at skilt hann og duga at meta týdningin, ið hann hevði' fyri ungdómin í Norðurlondum. Háskúlastarvið hevur eisini havt sín týdning her hjá okkum. Og her var hin sami bágin til steðar, tá ið Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen, fingu sett háskúla á stovn í Føgrulíð: Hitt eldra fólkið skilti teir ikki. Hetta, at koyra 17—18 ára gamlar gentur í skúla um summarið, tá ið so nógv var at takast við, beyð mongum av teim eldru ímóti, og tað var ikki minni illa tókt av inongum, at 17—18 ára gamlir dreingir fóru í skúla um veturin, tá ið nógv útiarbeið og

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.