Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 11

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 11
DÚGVAN 11 útróður var at røkja. Hóast tað eru nærum 2000 ár síðani, at mannaættin varð mint á, „at menniskjan livir ikki av berum breyðið11, so vóru vit ikki tá komin longur — og mong eru ikki komin longur enn. Hin føroyski ungdómurin var í somu skóm, sum hin danski, ið Kristin Kold tók sær so heitt av — hann var steðgaður. Og tað er ikki ov mikið sagt, at hin føroyski ungdómurin var nógv verri stađđur enn so, tá ið Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen fingu okkara háskúla í lag. Tað skal vera sagt, at vit tá longu høvdu fingið heilt góðar skúlar við đugnaligum lærarum, men har væntaði nakað í skúlunum. Har lærđu børnini at lesa, rokna og skriva. Har lærdu tey um onnur lond og fólk og stórar menn í nútíð og í fortíð, lærđu ymisk mál og veraldarsøgu — men lærdu einki um hetta fólk, ið her búðu og einki um hetta land, tess náttúru og søgu. Tað er einki at ivast í, at um ár- hunđraðinótið 1900—1901 kundi øll tey 120 børnini, ið gingu í Havnar skúla verða spurd um, hvør ið Sigmundur Brestir- son var, uttan at nakað hevði vitað aftursvar. — Soleiðis fekk okkara háskúli tað umframt starv, at læra hin føroyska ungdómin tað, ið tey ikki høvdu fingið kunnleika um í barna- skúlunum. Her lá ein høvuðstyngdin í starvinum hjá okkara háskúla, millum okkara ungdóm. Men sjálvandi lærdi ung- dómurin har eisini at koma á gongd og lærdi sjálvur at fáa seg á gongđ. Og tað er gott gonguverk í hinum føroyska ungđóminum. Og tað ræður tí um at halđa hann til tað ið gott er, til tað ið hent kann.vera bæði honum og samfelagnum — og iklri lata hann fara á glið, skreiða burtar frá okkum og samfelagnum — og missa seg sjálvan burtur. Hetta inega tey elđru hava í huga, og taka tátt í teim ymisku ungdómsstørvum, ið øll miða ímóti, at fáa eitt gott og dugnaligt menniskja úr hvørjum einasta ungum manni og ungari kvinnu. Tað verðið ikki sagt fyri at klikkja nakran, men nakað ansunarleys, kanska eisini nakað gáleys, hava mong av teimum eldru verið í mongum førum hesum við- víkjandi — og summi geva hesum ikki nógmikið gætur enn.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.