Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 12

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 12
12 DÚGVAN Fyri at koma undóminum á gongd, fyri at stimbra og leiðbeina ungdómin og menna hann, so hann á manndómsins degi kann vera fullbúgvin andaliga og mentannarliga, hava ymisk ungmannafeløg verið stovnað. Hesi feløg hava bæði verið kristilig og tjóðskaparlig. Og her hava verið íbirt feløg fyri ungar kvinnur og feløg fyri ungar menn. Mong eru tey ið tilkomin eru, ið eiga mong góð minni frá teirri tíðini, ið tey sum ung stóðu í hesum feløgum, men summi tykjast heilt at hava sveittað tað burt. Og tað er her ið bágin er. Tað ræður ikki bert um at sleppa sær sjálvum turrskøddum upp á lanđ, tað ræður so sanniliga eisini um at ansa eftir, at tey ið aftaná eru eisini verða bjargað. Tað er so mangt óhent og skaðiligt, ið eins og nykurin, bæði á ein og annan hátt dregur tey ungu til sín. Tí mega øll vakin eldru fólk vera á vakt, og tað altíð. 011, ið til- komin eru, eiga at lívga og fjálga um arbeiðið millum okkara ungdóm, so tað kann verða til đugnað fyri land og samfelag okkara. Fyri rúmum fýra árum síðani, tók good-templara reglan upp starvið millum ungdómin. Tá vórðu íbirtar ungmanna- deildir, fyri at búgva ungdómin til arbeiðis fyri fráhalds- málinum. Hesar ungmannadeilđir hava verið hini føroysku good-templara regluni ein hollur stuðul. Og øll tey, ið koma á fund har ið hesin ungdómur er komin á gongđ, og leggja til merkis hvussu eldhugaður hann er til arbeiðis, mega ásanna, at hann í đag ber høvuðstjmgdina av allari byrðuni. Úti um landið, har good-templarar starvast, gongur tað sjón fyri søgn, at N.I.O.G.T. er í varðveitslu hjá okkara ungdómi. Og lat tað verða okkum øllum í huga, at tað samfelagsmál og tað hjartamál, ið ungdómurin tekur í sína varðveitslu, tað dorjr ongantíð. Hin føroyski good-templara ungdómurin er í góðum samfelagsligum starvi. Eg skal enda við einari áheitan til tey eldru: Havið allan hug tykkara fyri ungđóminum. Verið honum ein stuðul har hann stríður tykkara stríð, og verið honum hjálpsom við leiðbeining og ráðum, tá ið tit halda hann miss-

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.