Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 14

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 14
í HERNAÐ! EEtir Elias Joliansen. Leiðari av N. I. 0. G. T. Kreðslosju í Foroyum. Á hásumri, tá landið liggur í øllum sínum vakurleika, kann ein eins og skalđið siga: Um hásummartíð tá ið sól skínur fríð, út í hagan og fjøllini náttúran kallar. Sólin skínir á vøll, gyllir hamrar og fjøll, tá vit leita í summarsins friðlýstu liallar, So logandi reyð søkkur sólin í havið; á miðjunátt rísur hon aftur úr kavi, gyllir vágir og fjørð, gyllir hamrar og skørð — tá øll gleðast tí hásnmmartíð er hin besta á ári. Ein slíkan summardag er vakurt at leita út í náttúruna. Tá er vakurt og ein gleðist yvir tann frið, náttúran slíkar đagar kann veita. Vit hava longu haft nakrar slíkar dagar, og vit nærkast alt meir og meir hásumri. Vit her í Føroyum liggja ikki longur heilt uttanfyri tann ófrið, sum áleikar kring heimin, men her eru kortini løtur, sum veita einum frið í sinn og sál, og tá kann ein illa fata, at tað í londunum uttanum okkum nærri og fjarri fer ein bardagi fram sum aldri fyrr í søguni. Ein bardagi, sum spreiðir neyð og sorg við sær, ein bardagi, har đeyðin heystar í stórum millum heimsins ungdóm, ein bardagi, har ungdómsins blóð rennur í stríðum streymum. Tað má tykjast øllum ófatuligt, at tað skal vera satt,

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.