Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 15

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 15
DÚGVAN 15 tað er ilt at skilja, at so skal vera vorðið í einum heimi, ið skal vera mentaður, og tað er torført hjá okkum, sum higar- til hava kunnað notið ein vakran summardag í frið og náðum, at hugsa sær, at tað ikki er soleiðis allastaðni. — Men sann- leikin er bonđskur og vísir okkum eina ógvuliga dapra mynd, eina mynd, sum má fáa okkum at steðga á og hugsa okkum um. Sannleikin fær tanlrar okkara í samkenslu at leita til tey mongu sum líða í dag, til tann ungdóm, sum er % hernað fyri at verja land og heim sítt. Vitandi hetta, geva vit so støðu olikara tann ans hon eigur at liava? Ansa vit eftir at halđa tjóðina sterka og fríslca? Gera vit tað vit knnna fyri at hjóða ungđóminum hestu líkindi at menna seg hest og mest møguligt? Vit megu minnast til, at tað liggur til liina uppvaksándi ættina lwussu vorðið verður í Føroyum. Føroya framtíð er ung- dómurin! Tí eigur hann at gerast búgvin at røkja tað starv, sum landsins røkt í framtíðini krevur. Eitt hitt fyrsta vit eiga at gera, er at rudđa burtur alt tað, sum kann verða ein meinbogi fyri fremjan av hesuin enđamáli, og eftirkannað má verða, um vit ikki hava onkran fígginda, sum vit megu leggja í hernað ímóti við allari orku. — Og vit hava ein slíkan fígginđa. ITesin fíggindin er ein hin versti, eitt fólk kann hava, nevnliga rúsđrekka. Vit sum fráhaldsfólk eru og stórur partur av øðrum Føroyingum vita, at hesin mannaættarinnar versti fíggindi hevur vunnið sær rættiliga gótt fótafesti og ræði í Føroyum. Tí gerst neyðugt at rópa eitt hart varskó! Eitt varskó, sum verður hoyrt kring alt landið, eitt varskó um niður- berjan av hesum fígginda sum má gera tað, at fjøldin av Føroya fólki fylkist í hernað móti rúsdrekkaóskilinum. Flest øll hava ivaleyst hoyrt orðatakið: „Ørvur av boga og orð av munni koma ikki aftur“. Tað kann leggjast aftrat: „Tann tíðin, sum farin er, kemur ongatíð aftur“. Tær Iøtur, ið ikki vóru nýttar sum ætlanin var, kunna ikki endur-

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.