Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 16

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 16
16 DÚGVAN gjaldast; tann tíðin er burturmist og spilt, og kann ikki vinnast aftur. Tá so er statt, eigur at vera ansað eftir, hvussu tíðin verður nýtt. Tað eigur ikki at verða gloymt, hvat virði ið liggur í henni, og at hon tessvegna eigur at verða útnyttað tilfullnar. Millum annað til stríð móti rúsdrekkaóskilinum, til stríð móti rúsdrekkavandanum, ið leggur sína køldu drepandi hond á mangt eitt menniskja og mangt eitt heim. Ein vandi, sum leggur mangt heimið oyði, har fyrr var fjálgt og hugna- ligt, har maður og kona saman við børnum livdi í friði og kærleika hvørt til annað og til heimið. Vit vita, at kong Alkohol er ikki eymur av sær. Hann spyr ikki, hvussu viðurskiftini eru, har hann kemur inn. Nei, minni enn so, hann kennir seg best hýrdan, tá hann fær høvi at elva stríð og klandur, inni sum úti: — millum mann og konu, pápa og son, millum brøður, vinir og grannar. At halda henda fíggindan burtur, er endamálið hjá okkum fráhaldsfólkum, og er at vóna, at fleiri og fleiri vilja ganga saman við okkum, ganga uppí tað liðið, sum við ídni og áræði virkar og framvegis vil virka fyri at beina rús- drekka burturúr Føroyum. Ungdómurin eigur at skilja, at lietta er hin einasta holla leiðin, um ættin skal verða før at taka móti tí, sum framtíðin hevur at bjóða. Vit vita ikki, hvussu viðurskiftini verða í Føroym vegna tí ófriði, sum nú er uttanum okkum; men eitt vita vit, at er tað eitt^ fólk, sum býr og byggir her, sum er fráhaldandi, er tað betur enn nakað annað ført at taka móti teim hørðu korum, sum ófriðurin kann koma at veita. Lat okkum tí taka lógvatak, standa saman og halđa áfram í hernaðinum móti rúsđrekkaóskilinum, heimsins størsta fígginda, og ikki gevast, fyrr enn sigur er vunnin og Før- oyar reinskaðar fyri rusdrekka. Tá kunna vit sum skaldið siga:

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.