Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 20

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 20
HINI GOMLU HÚSINI Á BAKKANUM Eftir Knút Wang. Langt úti á Bakkanum standa eini einsamøll hús. Har, ið tey standa, er harðførasta stað í bj'gdini. Á øllum ættum leikar vindurin her, rystur og rívur í tey gomlu trøðini, ið standa í einum órøktum urtagarði á eystari síðu á húsinum. Hetta staðið hevur ringt orð á sær. Fólk vilja halda, at har er ikki alt sum tað eigur at vera, tí á náttartíð kemur so undarligt ljóð, bæði frá húsinum og trøðunum uttanfyri. Húsini hava tí staðið tóni í Ianga tíð. Eingin hevur troysta sær at bú í teimum. Húsini eru eisini óhugnalig á at líta, órøkt sum tey nú eru. Og innan eru tey ikki minni óhugna- lig. Húsini eru stór, so har eru fleiri stovur og sovikamar, umframt mong onnur smærri rúm. Og har eru eisini myrkir kovar, har ið einki ljós sleppur at. Skáp eru gjørd í bróstini innan, og hurðarnar eru so væl feldar inn, at hann skal vera kunnigur, ið skal finna tær. Loftið er stórt og troystasleyst, og fult av øllum møguligum óruddið. Maðurin ið seinast átti húsini, var Símun Jógvan. Hann var føddur og uppvaksin á Bakkanum, men fór so uttanlands at sigla. Meðan hann var burtur, búði ein gomul genta í húsinum. Hon æt Marvina, og hevði alla sína tíð tænt har í húsinum, hjá forelđrum hansara. Tá ið fleiri ár vóru liðin, kom Símun Jógvan aftur, og hann var tá hálvgamal maður. Hann fór út á Bakkan at búgva. Og Marvina, hin gamla gentan, helt hús hjá honum og hampaði um hann. Eingin uttan tey bæði gomlu vistu

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.