Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 21

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 21
DÚGVAN 21 skil á húsinum innan, og tey komu lítið millum fólk. Símun Jógvan var einki fyri práti, nú ið hann var afturkomin. Hann helt seg mest fyri seg sjálvan. Marvina kom viðhvørt til handils inni í bygdini, men tá ið hon bæði var gomul og ill í sær, so frætti eingin um hvussu til stóð á Bakkanum, Marvina hevði annars fyri at ganga og smátutla fyri seg sjálvan, og tá ið børnini í bygđini ræddust hana, var hon mangan nýtt sum skrýmsl, tá ið tey ikki tíggjaðu sær væl. Símun Jógvan hevði ongan pening í sparikassa ella banka, men tað segðist, at hann átti nógvan pening við hús. Annars hevði hann havt mangar løgnar ónytculutir heim- aftur við sær frá teimum ymisku fjarløgdu støðum, har hann hevði verið. Nú lá ait uppi á loftinum og fúnaði burt, rustaði ella tærdist burt á annan hátt. Tá ið hin gamla Marvina doyði, búði Símun Jógvan einsamallur. Hann kom hendinga ferð til handils, at fáa sær tað, honum tørvaði. Mangan sást hann ikki í fleiri dagar, og tá vóru húsini stongd. Summi vilđu vera við, at Símun Jógvan í slíkum tíðum lá inni og talđi allan peningin hjá sær. Onnur vildu vera við, at tey høvdu sæð hann gingið og reikað úti í haganum. Hetta seinasta fekk summi at trúgva, at Símun Jógvan' mestur mundi hava gjørt okkurt brotsverki í útheiminum, og at hin ónda samvitskan ikki unti honum nakran frið, men đreiv hann út í hagan — út í einsemi. Men so einaferð hevði eingin sæð Símun Jógvan i sam- fullar fjúrtan dagar. Tá tóku nakrir menn í bygdini seg saman og brutu dyrnar inn í húsinum — men Símun Jógvan funnuð teir ikki. So varð ieitað í haganum, men hann var horvin — og tað með alla. Tá søgdu fólk, at tað var hans- ara ónda samvitska, ið hevði fingið hann at forgjørt sær. Allar goymslur vórðu reinskaðar og eftirkannaðar, men peningur var eingin at finna. Tað einasta, ið funnið varð, vóru møletin klædnapløgg og virðisleysir lutir frá uttan- landsferð hansara. Tað einasta, ið virði hevði, vóru sjálvi húsini. Og tey vildu eingin hava, tí eftir henda dag gingu tíðindi um ymiskan ófrið og annað óljóð, bæði í húsinum og

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.