Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 23

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 23
DÚGVAN 23 og læs — so sløkti hann lampuna. Eina lummalykt hevði hann liggjanđi á borðinum frammanfyri sær, um tað skuldi hent nakað. Hann lá leingi og slotaði, men hoyrdi einki uttan vindin, ið bardi tey gomlu trøðini inn ímóti klædn- inginum fyri uttan. Klokkan var farin um elluvu, áðrenn hann sovnaði. Men knappliga hvakk hann upp aftur úr svøvninum. Tað var fyri honum, sum hevði harm hoyrt róp, og tað so sárt, sum kom tað frá onkrum, ið var í neyð. Hann tendraði og hugdi at klokkuni — klokkan var tólv. Hann uggaði seg við, at tað munđi hava verið ein ketta, ið hevði mjómað. Men so við eitt var tað eins og hárini reistist á høvdinum á honum. Hann hoyrđi fólk. Tað ijóðaði, sum eitt gamalt fólk kom ganganđi eftir gólvinum, og hann helt seg hoyra, hvussu tað dró beinini eftir sær. Og so var tað eins og hetta fólk tos- aði fyri seg sjálvan, men tó ikki so hart, at hann skilti nakað av tí. Jákup kendi kaldasveittan um allan kroppin, og honum rann í hug hina gomlu Marvinu, ið fólk høvdu greitt honum frá og sum altíð tosaði fyri seg sjáiva. Bestan hugin hevði hann til at stinga høvđið undir dýnuna og liggja har, tað ið eftir var av náttini, men hann skammaði seg sjálvan. Hann var jú ikki fullur av yvirtrúgv og hann ræddist einki. Hann fór fram úr seingini og dró eitt klædnaplagg uppá seg. Ljóðið tyktist at koma úr stovuni, við síðuna av. Enn helt hann seg hoyra tutlið og at tað dróg ein stól eftir gólv- inum. Hetta var spennandi, helt Jákup. Og nú ljóðaði tað, sum tá ið eitt brestur ein svávulpinn og sum ein lampa varð tendrað. Hann mintist, at hann um dagin hevði sæð eina lampu hingið á bróstinum inni í stovuni. Hann fór til dyrnar og læt kvikliga upp, men inundi dátti afturav, tí har var bølamyrkt í stovuni. Og hann kundi svorið uppá, at hann hevði hoyrt, tá ið lampan varð tendrað. Einki var at síggja. Jú, har á bróstinum, har sá tað út sum ein hvít avpiðað hond peikaði ímóti einum øðrum stað á bróstinum. Jákup fór eftir lummalyktini, og so lýsti hann har ið hann helt seg hava sæð honđina, men har var einki uttan

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.