Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 24

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 24
24 DÚGVAN tær beru fjalar á bróstinum, har ein lampa hekk. Jákup hugsaði so við sær, at best mundi vera at bíða til dagur kom, og so kannað hetta bróstið meira gjølla. Hann legði seg so aftur. Men illa bar til at sova hesa náttina, tí hann hvakk við í hvørjum vindblaki ið hoyrđist uttanfyri. Um đagin fór so Jákup at granska stovubróstið, har ið lampan hekk. Men bróstið vísti seg at vera heilt tætt, og hinumegin var ein myrkur kovi, og har var heldur einki at síggja. Hann segði ongum frá, hvussu sær hevði gingist hina fyrstu náttina á Bakkanum. Jákup Fjall bíðaði í tolni, til miðnáttin aftur kom og klokkan fylti 12. Knappliga hoyrdi hann alt hetta óhugnaliga aftur, ið kom eftir gólvinum og dróg beinini eftir sær. Hann hoyrdi hitt sama tutlið og hoyrdi lampuna verða tendraða. Hann skundaði sær á føtur, læt dyrnar upp, men sá einki í myrkrinum, uttan hina somu hvítu hondina, ið peikaði á bróstinum. Jákup var ikki so bangin longur. Hann fór aftur og legði seg, og vaknaði ikki fyrr enn sólin skein bæði oman og niðan. Nú setti Jákup sær fyri, at hann skulđi hava greiðu á hvaðani hesin ófriður kom. Hann grannskaði stovubróstið av nýggjum, men kundi ikki síggja nakað, ið ikki var sum tað átti. Fjalirnar vóru eitt sinđur gisnaðar, og pløðingarnar gálvaðu, breiðar og fullar av støvi, beint í móti honum. So tók hann ein gamlan stól, og steig upp á hann, fyri at røkka upp til lampuna, ið hekk helđur høgt uppi. Hetta var ein veggjalampa, og hon var næstan upp tærd av rusti og lampu- glasið var skitið og fult av støvi. Men annars var hon sum aðrar lampur. Hann skuldi so stíga niður av stólinum, men var áhalsin og treiv í lampuna fyri ikki at detta — og tá hendi nakað. Bróstið gav seg eitt sindur undan, og knapp- liga gleppur ein hurð upp, har ið hann hevði hugsað at heilt var. Hurðin hevði verið væl fjald, tí eingin hevði duga at rakt við hana. Innanfyri var eitt stórt skáp. Her var tvinn- anda bróst, og tað hevði Jákup ikki vart. Hann hugdi inn í skápið, og á gólvinum lógu nøkur fúgvin klædnapløgg, —

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.