Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 26

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 26
LYFTIÐ, IÐ ABRAHÁM LINCOLN, PRESIDENTUR (JAV MÓÐUR SÍNI Um tað mundið, ið Abraham Lincoln var presidentur í U. S. A., var Wiskyđrykkinskapurin ein hevdvunnin ósiður millum teir leiðandi menn, ið stóðu unđir liðuni á honum. Men hann gloymđi aldri lyftið, ið hann hevði givið móður sínari, áðrenn hon doyði, at hann altíð skuldi hava munnin afturlæstan fyri øllum rúsdrekka. Einaferð, meðan Abraham Lincoln var limur av kongress- ini, bar tað á. at ein vinur hansara royndi at gera honum greitt, at tað var ófólkaligt at sýta fyri at drekka av ti góða vínið, sum ein húsbóndi ið vildi sína blíðskap, bjóðaði hon- um. Og vinurin endaði sína áheitan við hesum orðum: „Tað er tó eingin vanđi fyri, at ein maður ið er so nógv til árini sum tú og eigur ein tílíkan stálvilja, skal falla fyri drykkju- lastini, um tú smakkar tær á.“ „Eg ætli mær sanniliga ikki at vera ófólkaligur,11 svaraði Abraham Lincoln, „men eg lovaði mínari ógloymandi móður nakrar dagar áðrenn hon læt eygu síni aftur fyri seinastu ferð, at eg aldri skuldi njóta rúsdrekka av nøkrum slagi, og eg haldi meg vera so bundnan til hetta lyfti, sum skuldi eg havt givið tað í dag. “ Vinurin gjørdi atfinningar og segði: „Nei, her mistekur tú teg, vinur mín! Tað er nú ein aðalmunur á einum barni, ið ferðast millum óflýggjalig og fordrukkin menniskju, og so einum manni sum tær í einum góðum heimi og við mentaðum fylgismonnum. „Tað leggið eg einki í,“ svaraði Lincoln. ,,Eitt lyfti er galdandi fyri tíð og ævi, og tað er tíggju ferðir meira bind- andi, tá ið tað er givið einari móður. Og tí đrekkur Abraham Lincoln alđri ein dropa av rúsdrekka.11

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.