Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 29

Dúgvan - 01.03.1941, Blaðsíða 29
DÚGVAN 29 N. I. O. G. T. — Ungmannastevnan í summar verður hildin í Sundalagnum, millum Oyrar og Norðskálar. Stevnan verður kildin í juni mánað, og nærri um fundardag og fundartíð verður at frættast í dagbloðunum. Sum vant verður skrúðgonga til fundarstaðið, har roður verða kildnar. Aftaná samlast felagar til eina skemtuliga samkomu. * Vit eru fegnir yvir at fáa tíðindi til henda teigin sendandi frá fráhalđsfelogum og losjum um allar Foreyar. Sendið tíðindini til ritstjórans: Peter Michelsen, Tungugøta, Tórshavn. * 1 Sandavági hevur í vetur verið frammfordur sjónleikurin „Hovdingar hittast" eftir Regin í Líð. Tað vóru felagar úr losjuni „Vakhús“, ið framfordu sjónleikin. Allur hin innkomni peningurin varð nýttur til at niðurskriva skuldina hjá losjuhúsinum. í Gøtu hava felagar í losjuni „Glotti“ framfort sjónleikin „Gift- ingarfor gentu“ eftir Torvald Tu. Peningurin ið inn kom varð allur nýttur til frama fyri losjuhúsið við Gøtugjógv, ið ikki er heilt full- fíggjað enn. * ,, Sj óga r p a r n i r “, sj ómannssj ónleikur í trimum portum, ið er skriv- aður av Knvit Wang og Peter Michelsen, varð fyrstu ferð framfordur á Fostulávintsveitsluni hjá Ungmannadeildini í Havn — og var dúg- liga fagnaður. Síðani hava „Sjógarparnir“ verið framfordur fyri troðkafullum losjuhúsið í Havn samfullar fimm ferðir, og hevði óivað verið framfordur fleiri ferðir, um ikki summi av teim leikandi noyddist at fara burtur úr Havnini. Hin innkomni peningurin varð nýttur til at bota um fíggjarstandin bæði hjá losjuni og losjuhúsinum. Ætlanln var, at „Sjógarparnir“ eisini skuldi verða framfordur í Gotu nakað herfyri, men av ymiskum atvoldum bar hetta ikki í lag tá. Vónandi fæst hetta í lag einaferð í summar. „Sjógarparnir“ koma eisini út sum bók seinni á ungmannaforlag- num „Mál & Mentan“. * í umbúnað á ungmannaforlagnum „Mál & Mentan“ er ein nýggj føroysk bók. Bókin eitur „Eirika“ og er skrivað av M. S. Við-

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.