Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 4

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 4
36 DÚGVAN er full av syndarligum tilburðum, har bilstjórar og aðrir hava verið atvold til dráp og løsting av óskyldugum menniskjum. Hevur ikki samfelagið eitt arbeiði her at gera? Sjálvandi. Fólksins valdu menn hava skyldu til at styðja og verja tann uppvaksanđi ungdómin, so liann verður góður fyri samfelagið. Drykkjumaðurin er vanliga vánaligur samfelagsborgari — hann brúkar jú ein stóran part av sínum peningi til rús- drekka — og hann verður á somu tíð ein vánaligur for- syrgjari. Sóknarstýrir og løgting hava tí skyldu til at styðja fráhaldsarbeiði í Føroyum, bæði peningaliga. og moralskt. Tað er í fyrstu syftu hesir menn, sum hava skylđu til at verja okkara samfelag móti teimum figgindum, sum herja tað. Og so foreldrini sjálv? Ja, mong royna ið hvussu er, tað syndrið tey kunnu, at verja síni børn móti rúsdrekka- lastini. Tey taka hugaliga lut í fráhalđsarbeiðinum og eru soleiðis eitt gott fyridømi fyri børnini. Onnur foreldur hava ikki tíð ella eru ikki búgvin til at gera nakað stórvegis fvri síni børn. Men í mongum føroyskum heimum verður fløskan havd á lofti, meðan børnini eru vitni til, at pápin drekkur og bjóðar øðrum. Hetta er so hugsunnarleyst, sum vera kann, og er sum at blaka steinar . á lívsleið barnsins, tað snávar, meiðir seg — og hvør hevur skyldina? Høvdu forelđur, skúlar og fólksins álitismenn tikið liond- um saman og staðið sum verja fyri tann uppvaksandi ung- dómin, hevði frægari verið vorðið við hesum óskili. — At síggja ómyndingar ganga drukknar og inala er ein iandaskomm.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.