Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 5

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 5
HIN SJALDSAMA TINNAN Eftir Knút Wavg. Ljoftið er grátt, eitt kaldligt driv rekur inn úr havinum. Tað er kalt, og fólk sita inni í slíkum veðrið og fløva seg við ovnin, heldur enn at fara út at ganga. Har vegurin snýr seg tætt framvið bakkanum er ábart, og her er vanliga nógv av ungum og elđru, ið tvey og tvey, ragga sær ein túr í teirri reinu og frísku kvøldarluftini. Men eingin troystar sær har út í slíkum veðri. Tó er ein komin út hagar. Hann hevur valt sær einasta blettin, har lívd er. Har er vegurin høgdur gjøgnum ein heyg, soleiðis at iiøgur bakki er til báðar síður. A tí bakk- anum, ið er móti sjónum, stendur maðurin. ITann hevur lagt armarnar niður á bakkan og starir út á sjógv. Niðanfyri hann skvatlar sjógvurin móti fjørurondini — men hann ausar tí ikki. Hann starur. Anđlitið er sorgarmerkt. Tað er kalt, og viðhvørt er tað suin kuldaskjálfti fer ígjøgnuin hann, men hann letur ikki við seg koma. Bakkarnir báðumegin vegin eru lagaðir av gróti. Væl og virðiliga eru steinarnir høgdir til og lagdir hvør oman á aunan. í einum steini ovari megin er ein tinna. Hon hevur verið innan í miðjuni á einum steini, og tá ið steinurin varð klovin, er so tinnan komin til sjóndar. Tinnan er vøkur, men nú er hon brotin, og tað sær út sum ein hevur roynt at høgt sær hana út. Maðurin lættir knappliga høvđið, vendir sær á — og festir eyguni á tinnuna. Og andlitið ið var sorgarmerkt fekk enn fleiri sorgarfoyrir, og tað sær út sum lievur hann ein

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.