Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 6

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 6
38 DÚGVAN sáran sviða. Bringa hansara rørdist, eins og var hann móður av harðari gongd. Nú starir hann at tinnuni, og hon vekir minnir í honum, sum hann ikki vil minnast, men sum tó koma fram fyri hann. Her hava tey mangan staðið, hann og hon. Tá vóru tey tvey, nú er hann einsamallur. Tá var hann glaður — nú er hann sorgartungur. Og tey høvdu tosað saman um tinnuna, og hann hevði iovað henni, at hann skulđi høgga hana út og so skulđi hon fáa ein ring við tinnuni í. Tey høvdu eisini tosað um hvussu henda vakra tinna var komin inn í steinin, og hann hevði greitt henni frá hvussu jørðin einaferð var gløðanđi, og hvussu hon síðani storknaði. Tinnan varð altíð standandi, tí tey høvdu so nógv annað at hugsa og tosa um. Men hvørja ferð tey komu tvørtur við har, so steðgaðu tey — og hugđu at tinnuni. Hon var vorðin teimum eins og eitt tekin uppá tann ósvíkiliga trúskap ið var teirra millum. Tá hevði liann verið eydnuríkur. Tá hevði hann kent sælu í at tala við hana ið hann var góður við, og tey bæði kundu hugtikin sita og tala sínamilium um ein so týdningarleysan lut sum eina tinnu. Hetta kunđu bert tvey gera, ið vóru góð við hvørt annað. Tinnan var standandi — men trúskapur teirra slitnaði. Hann mintist ikki hví, men tað var farið at dragna teirra millum, og so eitt kvøldið hevði hon fingið sær ein annan at fylgjast við. Hann suffaði tungliga. Tinnan tóktist honum nú at vera eins og eitt ilt svart eyga, ið háðandi minnti hann á brostnar vónir. Ja, hann hevði vóna, at hon aftur fór at vera hansara, men vónir bresta so mangan, og soleiðis eisini hjá honum. Hann vendi sær aftur ímóti havinum, legði armarnar á bakkan og andlitið oman á armarnar. Hann stóð soleiðis eina langa tíð. Hann kendi seg kaldan og tað var eins og kuldin trongdi seg ígjøgnum alt líka inn at sálini, — hann var einsamallur og kalđur. Hitt kalda lotið streyk inn úr havinum, og havið tutlaði

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.