Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 10

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 10
42 DÚGVAN leiðir vóru bestar at ganga fyri at rúsdrekkalógin kundi verið liildin, ella kanska tað var uppaftur betri, um Felags- nevnđin fyri føroysk Frálialdsfeløg viðgjørdu spurningin á nevndarfundi og síðan læt feløgini hoyra um úrslitið. Tí eitt er givið, at var rúsdrekkalógin hildin eftir bókstavi og anđa vildi nýtslan verið minni og minnkandi, og tað er góð leið móti endamáli okkara: Foroyar reinskaðar fyri rúsđrekka! Fráhaldsrorslunar mótstøðumenn, eru vanir at rópa upp um, at vit skulđu havt eina slíka skipan viðvíkjandi rúsdrekka, sum galdandi er í Svøríki, tí har verður rúsdrekka latið út í ransónum, og soleiðis kann rúsdrekka ikki verða misbrúkt. Nakrir løgtingsmenn gjørdu eisini í 1939 eina — tí betur — miseydnaða roynđ til at fáa í lag løgtings- monopol uppá rúsdrekka í Føroyum, sum skuldi verða útlatið í ransónum, eftir svenskari fyrimynd. Støðan í Svøríki hevur tó neyvan verið so avbera góð, tí nú frætta vit haðani, at frá 1. juli í ár verða ransónirnar minnkaðar eina helvt, og samstundis verður aldurin á teimum, ið loyvi hava at keypa rúsđrekka, fluttir frá 21 til 25 ár.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.