Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 12

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 12
44 DÚGVAN Harafturímóti var hann tiltikin fyri at vera bæði rasltur og siðaður, og harumframt hevði hann sítt skiparaprógv á út- lenđskum skúla. At her ikki var rætt vorðið, var kokkurin ikki í ivað um — og so var: „Ikki hevði tú vilja farið niðan til reiðaran, kokkurin," segði skiparin við tað sama ið hann kom unđan í kappanum, „og biðið hann ringt eftir hasum dylhøvdunum, ið ikki komu aftur? Og lat hann siga við teir, at um teir ikki eru farnir heiman frá, so skulu teir bert vera heima burtur av, tí tvey tandur aftrat fáa vit altíð higani. Hanđa trýmastraða verður undan okkum og skjótt vera tær fleiri ið røkka marknaðinum áðrenn vit. Vit mega fara beinan vegin. Sig tað við hann.“ „Ja, ja,“ svaraði kokkurin, „jú, jú, eg skal fara, inen, men, — —“ „Einki men,“ hvesti skiparin í kokkin, „tú mást fara við tað sama, tí annars vera vit ovseinir á marknaðin!“ „Jú, jú, eg skal fara,“ segði kokkurin og slapp sær upp á bryggjuna, hattleysur og klútaleysur sum hann var. „Tú inást vera skjótur aftur, kokkurin!“ rópti skiparin aftaná honum. Kokkurin spelaði niðan frá, so leingi hann helt skiparan síggja seg. Hetta var um middagsmundið. Siglingarboðini vóru komin um borð kvølđið fyri, og nú kundu teir longu verið komnir væl ávegis, uin ikki hesir báðir av manningini høvdu drálað so leingi heima. Teir skuldu verið komnir í gjár, men komu ikki. Og tá ið nú hini skipini loystu av stað, kom óttin á skiparan, óttin fyri at teir nú skuldu verða so seinir á marknaðin, at henda ferðin fór at verða ein undirskotsferð eins og liin fyrsta. Tí var tað, at skiparin var farin at illskast. Strandferðarskipini vóru heldur sein í đag, tí tey siglđu bert hina einu ferðina. Tá ið kokkurin var komin afturundir húsini niðan frá bryggjuni, gav hann sær góðar stunđir. Hann gjørdi sær hjáputir inn í ymiskar krambúðir og spurdi helst eftir tí ið tær ikki høvdu at selja. Og bar tað so á, at hann var so

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.