Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 16

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 16
48 DÚGVAN „Ja, ja,“ svaraði bróðurin aftur, „har var so nógv at takast við heima, at tað var ringt at slíta seg leysan — og hvør veit, hvør ið kemur heimaftur. Men nú eru vit her báðir, og so er best at koma sær umborð.“ Tey fingu fatur á einum vogni og so kojmdu tey út á bryggjuna, har skipið og skiparin bíðaðu. Tað var skjótt oman at skipinum. Skiparln skulđi tríva í ein spildurnýggjan eið, men lorkaði hann burtur tá ið hann sá hesa henđinga snøggu gentu koma við teimum. Tá smíltist hann. Eitt sindur hevði tað eisini hjálpt upp á lagið á honum, at hin trýmastraða hevði kastað akker, tá ið hon var komin nakað út á vágina, tí enn vóru vónir at koma á marknaðin undan hinum. „Hvør erhanda?" spurdi hann maskinmannin, tá ið hann grýtti sínar pjøkar inn á dekkið. „Systur mín, genta kokkin,“ svaraði hann. „Nei, nei, nú havi eg ikki vitað so vorðið,“ segði skiparin og svølgdi ein bøllutan, meðan hann fór aftur eftir dekkinum. Tá ið alt var fingið inn á đekkið, tók gentan um hálsin á bróður sínum og heilsaði honum farvæl. Men tá ið lion so eisini slongdi armarnar um hálsin á kokkinum og kysti hann beint frammaná, tá brast kýlið í skiparanum og hann skar í ein skellulátur, sum hann ongantíð hevði gjørt áður. So goyði motorurin og teir kastaðu leyst. Og tá ið teir løgdu frá bryggjuni stóð gentan og veittraði til teir, fyrst við aðrari hondini og so við lummaturrklæðnum. Høvuðs- heilsan var til kokkin, sjálvandi. Hin Gamli stýrdi tá ið teir struku fram við hina trý- mastraðu, ið lá fyri íla úti á vágini, og hann smíltist: „Stór og stásilig ert tú, men so leingi tú liggur fyri íla, tekur tú okkum ikki aftur.“ Hin tvímastraða streyk av stað við góðari ferð. Og tá ið seglini komu upp í tí f: ska høgættarlotinum, siglđi hon so skjótt, at tað skulđi góður siglari til at fylgja henni, tíans- heldur at taka hana aftur. Ikki vardi tað leingi til skipið var úr eygsjón. Vaktirnar

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.