Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 20

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 20
52 DÚGVAN Ungmannafeløgini, ið hava eina stóra tjóðskaparliga upp- gávu at røkja, halđa sínar ungmannastevnir, ið skuldi verið merktar av andaligari hædd og siðmenning. Men hvussu sær út? Samkomurnar inissa sitt tjóðskaparliga og mentannarliga virði av tí váta slagnum, ið nýtt verður til viðskera bæði við borðhald og í đansi. Tey mentunnarligu og tjóðskaparligu úrslitini verða hareftir. Idráttarstevnurnar hava henda sama brek — ósiðurin vinnur á siðmenningini. Tað stendur skorðafast, at andalig og tjóðskaparlig mentan og ídráttur aldri kann trívast, har ið miðstøðan (Cen- trum) er trýpeglafløskan við rúsdrekka. Søgan veit alđri at siga frá nøkrum góðum, ið hevur spurst burtur úr rúsdrekka- njótan. I hesum hættisligu tíðum, tá ið so mangar vónir bresta og so mong lív týnast, er tað rætt at kanna eitt sindur um rúsđrekkaóskilið, ið eigur sín stóra lut í øllum teimum van- lukkum, ið henda. Tí í mong ár hevur hetta óskilið ikki havt so fastar tøkur á fólki sum nú. Sum øll vita, hevur stór broyting verið í teirri føroysku fiskivinnuni hetta seinasta árið. Og sjálvt um fiskivinnan nú hevur givið nakað væl av peningi, so hevur henda broyting verið lanđinum til stóran skaða, sæð frá einum moralskum sjónarmiðið. Okkara sjómenn, sum fyrr siglđu til íslands og Grønlands strendur, hvar ið ikki var so atkomiligt at fáa rúsdrekka, eru nú farnir at sigla til Onglands, hvar ið altíð er høvi til at fáa fatur á tí sterka slagnum. Her er vandin í teirri nýgglu broytingini! Onglandssiglingin hevur givið nógvan pening. Tað er gott, tí annars hevði verið smátt hjá mongum. Men henda tíðin hevur samstundis so syndarliga prógvað sannleikan í hinum gamla orðinum, at lætt tjentur (fingin) peningur verður skjótari útaftur latin. Fer ein at kanna eftir hvat ið helst verður keypt fyri henda pening, so kemur ein til tað synđarliga úrslit, at ein stórur høvuðspartur er rúsdrekka! Onkur vil kanska halda,

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.