Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 22

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 22
LOSJUARBEIÐIÐ SUM UNGDÓMSARBEIÐ Eftir Jákwp Emil Hansen, Lorvík. Ungdómurin í nógvum føroyskum bygdum hevur í langar tíðir saknað eitt stað, har gentur og dreingir kundu sainlast til gaman og álvara tey longu vetrarkvøldini. f fleiri bygdum verða hildnir nógvir religiøsir funđir av ymiskum trúarflokkum. Men tað er ein stórur partur av ungdómi, ið ikki kemur á hesar funđir, kanska eina mest tí áskoðanin hjá hesum trúarflokkum er so ymisk, bæði um eitt og annað. Og tað er eisini so ymiskt, hvussu teirra støða er til ungdóm og starvið ímillum ungdóm. So statt hevur ungdómurin ilt við at taka nakra avgjørđa støðu til hesar ymisku trúarflokkar, og velur hann tí oftast at vera leysur, men kann tó vera at síggja á religiøsum fundi, stunduin hjá einum og stundum hjá einum øðrum flokki. Eitt annað, suin mesti parturin av ungdóminum samlast um og gleðir seg til, tað er đansurin. Og tað er serliga hesin ungdómurin, ið saknar eitt hugnaligt tilhaldsstað, hvar hann kann hava tað suin heima. Tí, um dansur og dansi- stovur er nakað sum høvuðsparturin av ungdóminum gleðir seg til og leitar eftir, so kemur hesin ungdómur ongantíð at føla seg heima í einari dansistovu. Tess vegna er tað mest hesin ungdómur, ið tørvar eina hjálpanđi leiðbeinandi hond. Henda hjálpandi og leiðbeinandi hondin vísti seg eisini at koma í fleiri bygdum, tá ið N. I. O. G. T. fyri nøkrum árum síðan íbyrti sínar losjur ymsastaðni í Føroyum. Good-

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.