Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 32

Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 32
64 DÚGVAN Á Tvøroyri verður sagt frá starvinum millum good-templara ungdómin: Vit liggja væl fyri, bæði fyri at íðka ídrátt og til at gera útferðir, og vit eru á ferð, alt tað ið veður loyvir. Vegurin tilFámjin er okkum sera hentur, og í Vestbygdini er vakurt og bugnaligt, og blíðskapurin er tiltikin. Vit eru ikki sjálđan í Fámjin, stundum eru vit á útferð og stundum spæla vit bólt. Og tað ber eisini á, at vit fara heilt orinđaleysir til Fámjins, men eru kortini altíð líka væl komnir. Suinmarið verður nýtt til útferðir og ídrátt, men hinir vanligu felagsfundirnir verða kortini ikki forsomdir. Væl liggja vit fjart frá hinum oyggjunum, men við góðum vilja og hugi, so ber væl í lag at halda felagsandan livandi bæði á sumri og vetri. Og dreingirnir duga væl at skipa bæði fyri arbeiði, útferðum og ídrátti. Sævarmoy. * ..VARÐIN'*, XX bind, 4. liefti, er nú komin, og inniheldur: Tættir úr ævisøgu míni, cftir J Patursson, Starin, eftirJ. Dahl Emanuel, eftir Heóin Brú, Fjarará, eftir Líggjas Húsgarð, Jól fyri 46 árum síðan, eftir Marius /óannesarson, Chiang Kai-shek, eftir Tórarin Evensen, Plantur til foroyskar garðar, eftir Rikard. Long■ Útgevarar: Føroysk Fráhaldsfeløg. — í varðveitslu hjá Mál & Mentan. Haldaragjald: 2 kr. um árið. Ritstjóri: Peter Michelsen, Tungugota, Tórshavn. Avgreiðslumaður: Louis Højgaard, Sverrisgota, Tórshavn. prentsmiðja dimmalættingar

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.