Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 1

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 1
TÍÐARRIT FYRI FRÁHALD OG MENTAN NR. 3. SEPTEMBER 1941 1. ARG. HEYST. Árið líður, đagarnir styttast og næturnar leingjast. Tey fyrstu óveðursskýggini hava ferðast í lofti, dunið av teim fyrstu heystvinđunum hevur ljóðað og glað- urnar hava lætt sær á og ferðast í ymsar ættir. Heystkulđi og heystmyrkur krevja aftur sín felagsrætt, sum tey hava átt hann síðani á tíðarinnar morni. Alt hetta seinasta mannaminni og meira aftrat, hevur heystið verið ment at fjálga og lívga mangt føroyskt heim, ið kendi kulda og troystasloysi, tá ið várið kom við sínum krøvum. Várini hava kravt nógv av teiin føroysku heimunum, og heimini hava gjørt sína skyldu, meðan lconur og systrar hava sitið eftir í tøgn, tá ið útđyrnar vóru afturlatnar og menn og dreingir vóru farnir til sítt starv á havinuin, fjart frá heimligutn strondum. Teirra ótta um várið, teirra sakn um summarið, hevur heystið í so stórum máti kunna bøtt um, tá ið tey fingu síni aftur. Men tíverri er tað eins og lagnan og feigdin eisini møta við sínum krøvum, og tá er ilt við at gera, og sorgin verður heystargestur í mongum heimum, ið ikki fingu síni aftur. Ilini føroysku heimini hava mangt heystið fingið tungar sorgarbyrður at borið, og liava borið tær í tøgn og tolni. Bardagin, ið herjar um okkum, hevur verið teimum før- oysku heimunuin meinur í ár, tí yvirhøvur hava lieimini her latið meira enn tey orka, og tí er at biðja eftir, at lieyst- myrkrið og vetrarmyrkrið má verða mannaættini nóg mikið, um vit ikki skulu liva í ónđum sálarmyrkrið eisini.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.