Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 2

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 2
ABSALON Á TRØLLANESI Eftir H■ A. Djurhuus. Kallsoy alt hevur mangart mann, ið bar fram um flestar, ongan mætari tó enn hann, sam er millum bestar. Hann visti meir um andans eld enn deknar og prestar. Búði hann har við ytstu strond, í Norðhavsins veldi — visti tó mikið um onnur lond, sum grøddu og feldu. Ein dag í metum sannindi stóð — so á kross tey tað negldu. Gekk millum bygda og lærdu børn at lesa og skriva, lærdu tey við um heimsins ódn og kynstrið at liva. — Eyguni hava at himni hátt í trúgv uttan iva. Gekk hann tí tryggur um deyðans gátt so meltur av árum, sovnaði stilt eina summarnátt undir suði av bárum. — Gekk gjøgnum Ijós upp um Borgarans tind mót ævigum várum.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.