Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 3

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 3
ÓLAVSØKAN Eftir Poul Joensen, Sandavági. Ólavsøkan er okkara aldargamla fólkahátíð. Hon hevur navn eftir Ólavi kongi hinum heilaga, og er upprunaliga ein kirkjuhátíð, og man hava verið hildin heilag langt fram í tíðina; men sum alt annað er hon nógv broytt og er nú meira ein gerandis hátíð, við ymiskum íđráttum og leikum. Ein stór minkan fyri Ólavsøkuna var tað, at Løgtingið ikki longur kemur saman Ólavsøkudag. Tann góði gamli siður, at tingmenn og prestar gingu sameintir í kirkju, áðrenn Løgtingið kom saman til sín árliga fund, átti ikki at vera burturlagdur. Enn er tó Ólavsøkugudstænasta hildin, men eingir' tingmenn og prestar í skrúðgongu frá tingstovuni til kirkjuna og lítið av kírkjufólki. Mær hevur altíð tókt, at tað besta, ið Ólavsøkan hevði at bjóða var gudstænastan í kirkjuni. Hetta vóru góðar og uppbyggjanđi stundir. Her vil eg taka undir við garnla Grundtvig, tá hann syngur: „Tusinde Døgne, verdslige, søgne, gyldne for Kød. Kan de vel ligne en Dag af đine, som vi dem nød, naar under Sang med dit vingeđe Ord Sjælen af By over Stjernerne for!“ Treingja vit jarðbundnu mannabørn ikki til at dragast upp frá hesi fold til høgar hæđđir? Men hesar løtur hava

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.