Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 10

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 10
HVØR HEVUR ÁBYRGDINA? NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM TANN FRAMÍH-JÁRÆTT, RÚSDREKKA NÚ AFTUR HEVUR FINGIÐ í FØROYUM 011 mugu hava fingið kunnleika um teir trupulleikar. ið okkara handilsmenn hava at berja seg ígjøgnum, tá ið teir skulu hava einahvørja neyðsynjarvøru heim til Føroyar. Fyrst krevjast valutaviðurskiftini at vera heilt greið, og so má ansast væl eftir, um vøran er á tí „fnV‘ ella á tí „bundna“ listanum. Undir øllum umstøðum líða fleiri mánaðir, áðrenn varan endiliga kemur til Føroyar. Tá ið so allir meinbágar eru ruddaðir av vegnum, og vøran endiliga liggur frammi hjá handilsmanninum til sølu, ja, tá er tað bert loyviligt at keypa ein lítlan part av tí ein hevur brúk fyri, vegna rannsónir o. a. Tá ið rannsónir eru settar í verk, má ein ganga út frá, at tað er fyri at tað ikki skal oyðslast og mest av peningi kunna verða í landinum. IIví skulu hesar rannsónir fyrst og fremst galda fyri neyðsynjarvørur? Og hví skulu okkara framleiddu fóðurevni spillast vegna rannsónir? (trot uppá sukur). Hví so ikki heldur forða fyri innfluttningi av rúsdrekka, stásvognum og øðrum ónyttulutum? Um kannað verður eftir innfluttninginum, so sær ein við tað sama hin sjónska fyrimun, ið rúsdrekka hevur firigið fram um allar innfluttar vørur. Mannagongdin er nú vorðin so, at hann ella hon, ið hevur hug at fáa fætur á rúsdrekka, vendir sær bert til eina skrivstovu og biður um tað ið ynskist. Brennivínið kemur so í fyrsta fari — einki roks við valuta

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.