Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 12

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 12
76 DÚGVAN tiget Papir“ í landinum. Men hvar er hetta pappír at selja? Tað kundi havt sín týdning at fingið tað at vita. Møguligt er nakað væl av kræmarhúsum og pappírspøkkum í landinum enn, men tað er pappír til bókaprenting og onnur prenting- ararbeið, ið felagnum tørvaði. Tað kann vera vert at skila tii, at „Dúgvan“ hevur verið prentað á læntum pappíri, tí einki hevur fingist til keyps. Hví skal ein tílíkur munur vera á t. d. rúsdrekka og pappíri? Hvat er atvoldin tii, at rúsdrekka hevur henda fyri- mun ? Ein freistast til at trúgva tí versta. Er tað tær neyðars krónurnar, ið tingið vinnur í toll- gjaídi av rúsđrekkanum, sum er skyldin? Um tað er so statt, at lanđsins kosnu menn brúka rús- drekka sum „skattobjekt“, tá eru teir lítið verdir fyri sam- felagið og teir eru laudinum ringir stuðlar. Vita teir ikki, at tollurin tvífalt verður út aftur latin til at bøta um „vælsign- ilsini“, ið altíð stanđast av rúsdrekkanjótanini ? Teir, ið landinum stýra, og teir, ið landslógir skriva, eiga fyrst og fremst og altíð at hava samfelagið í huga, tað er teirra skylda. Tí krevja vit, at samfelagsins væl gongur fram um bæði eina og aðra ørvitishugsan, ið brennivínstyrstir hálsar hava fingið heilar sínar at klækt. Fyri samfelagið, fyri fólk og lanđ, er sjálvc tað allar- besta ikki ov gott. Hetta mega mentaðir menn sanna — og virka hareftir. Og ein samfelagsfíggindi- sum brennivínið má ikki eiga nakran framíhjárætt í einum mentaðum samfeiag. Brennivínið hevur havt mangan mann, mangt heimi og mong vælahús av fótum. Tjatið tí ikki brennivínið liava stuðl- arnar undan okkara føroyska samfelag!

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.