Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 15

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 15
DÚGVÁN 79 liga koma tey bæði úr horni og sođni til Havnar at taka lut í hesum rúsdrekkaveitsluhaldið — tað sæst á tí vánaliga gongulagnum, ið nógv av veitslufólkinum hava. Og friðarliga fara tey heldur ikki av stað — minni enn so. Men hvussu skal tað vera, tá ið menn eru so langt mentanarliga niðurkomnir, at tað er eitt roysni, hvør ið kann drekka mest uttan at falla frá? Og ímeðan svíður samfelagið undir hesum. Tí tað er jú tíverri so, at rúsdrekka ofta fer ringast við teimum bestu, teimum sum stórar vónir hava verið settar til. Tað er neyðugt, at bæði elđri og yngri taka seg saman í felagsskap móti rúsdrekkaóskilinum. Eina mest ræður tað um at bjarga øllum ungum, so at tað ikki verður ein sálar- liga og kr'oppsliga rúsdrekkaskemdur ungdóinur, ið skal taka tey tungu tøk, sum framtíðin býður. Tað finnst ikki betur stuðul fyri ein ungan mann elia eina unga kvinnu, enn at vera limur í einum fráhaldsfelag. Vit ungu eiga at vera varin. Vit skulu ansa okkum fyri javnaldrum, ið trúgva, at stór megi og stórar hugsjónir koma til verðina í gildisskálum við streymum av Whisky og Gin. Rúsdrekkað hevur ongantíð verið okkara landið til nakað gagn og vil aldri verða tað. Tvørtur ímóti. Ungu Eøroyar! Útihýsi øllum rúsdrekka. Rúsdrekka er eitur, ið hevur verið mongum lívsglaðum ungdómi at bana. Leitið vinmenn og vinkonur millum hitt støðugt vaksandi liðið av føroyskum fráhaldsungdómi. Verið Føroyalandi góðir synir og góðar døtur!

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.