Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 17

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 17
DÚGVAN 81 vitnisligt at lioyrt, hvat ein slíkur røðari lievði at bera fram. Og so samdust tey um at fara á henda fráhalđsfund. * Ein stór mannamúgva var komin saman fyri at hoyra røðarin. Skúlastovan var troðkafull, og uttanfyri tey opnu vindeyguni trunkaðu fólk seg saman fyri at hoyra henda frá- haldsrøðaran. Tey bæði vóru komin í góðari tíð, og høvdu tí fingið sess á fremsta beinki. Hetta var fyrstu ferð, at tey skulđu hoyra eina fráhaldsrøðu — og tey vóru heldur forvitin eftir at hoyra, livat røðarin fór at siga. Røðarin var ein ungur máður, ið hevði ein logandi liug til at gagna samfelagnum. Við vælvaldum orðum vísti hann á hin stóra skaða, ið rúsdrekkanjótanin altíð ger. Tað var megi í hansara orðum. Røðan var komin at enda. Røðarin bað áhoyrarnar um at fylkjast við fráhaldsfólkinum, og nógv vóru tey, ið soleiðis gjørdu. Tey bæði, ið sótu á fremsta beink:, hugđu hvørt upp á annað. Hann helt við hana, um ikki eisini tey skuldu fara í fráhaldsfelagið, men tað hevði hon ongan hug til. Hon helt, at hann var ikki nakar drankari, honum nýttist ikki at vera við í tílíkúm. Jú, hon hevði rætt, honum tørvaði ikki at vera uppi í tílíkum. Hann, sum dugdi at drekka „við máta“, nýttist ikki at koma sær í eitt slíkt haft, suin tað var at fara inn í eitt fráhaldsfelag. Hann var ikki eitt slíkt ólukkudýr, og um hann lievði hug, kundi hann gott vera fráhaldsmaður, uttan at vera í nøkrum felag. Men....... Hann hugsaði um tey fólkini, ið hann hevði komið í felagsskap við, um hann hevði meldað seg inn í fráhalds- felagið. Fleiri av teimum ringastu drankarunum í bygdini høvdu meldað seg inn. Nei, hatta var einki fyri hann.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.