Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 22

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 22
86 DTJGVAN mannastarvið undir N. I. 0. G. T., Tórshavn, Jákup Emil Hansen, Lorvík, Knút Wang, Tórshavn, Hilmar Andresen, leiðari Frelsunarhersins, Tórshavn og Óli Egilstrøð, Eiði. Óli Egils- trøð endaði røðu sína við at heita á hesa fjølmentu fundar- samkomu, um at taka undir við sær: „Føroya ungdómur leingi livið ! “ Og hurrá-rópini rungaðu hvøll og liørð frá øll- um teim hundraðtals tunguin í tí lognkvirra summarveðrinum. Hóast eingin segði nakað, so mundu tó øll hugsa sítt, tá ið ein stórur týskur flogđreki hátt á iofti streyk suður yvir Sundalagið, beint unđir fundinum. Tá ið hann tveitti spreingi- knøttar suðuri á Hvalvík fór ein hvøkkur gjøgnum alla mannamúgvuna, men skjótt sissaðust øll aftur og fundurin helt fram soleiðis sum skrásett var framman undan. Tá ið fundur var lokin, fór alt fólkið við fløggum og ljómlagnum á ođda 1 siðuligari skrúðgongu oman aftur í bygdina. Og her byrjaði liin skemtingasami endabresturin á stevnuni. Sjómanssjónleikurin „Sjógarparnir“ var framførdur undir víðum lofti. Tað var eitt brak og eitt samanhangandi dun av skellulátri tá ið tjalđið fór frá. Ongantíð man ein sjónleikur hava samlað so mangar áskoðarar á einum sinnið sum hesa ferð, og neyvan hevur ein meira hjartaligur iátur verið hoyrd- ur enn henda đag. Fólk stuttleikaðu sær so tað sást á teim- um. Sjálvandi var einki gjalđ tikið fyri at síggja sjónleikin. Og vert kann tað vera at merkja, at hetta er fyrsta ferð í Føroya søgu, at sjónleikur hevur verið førdur fram úti unđir loftinum bláa. Og so var lienda sjáldsama Ungmannastevna at enda. Stór bátafylgi løgdu frá landi og flaggaðu á heimferð eftir hugnaligan og minnisríkan dag. Ferðafólkið sunnaneftir raggaði sær til Oyrar. Og so stevndu eisini tey lieim aftur til sín — øll líka fegin um ferðina og stevnuna. Mangar hava okkara Fráhalds-Ungmannastevnur verið væleyđnaðar, men henda í Sundalagnum, sunnudagin 13. jnli 1941, átti munin fram um allar aðrar, og vil vera øllum leingi í huga, ið so heppin vóru at vera við í ferðini.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.