Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 25

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 25
SONURIN Eftir M. S. Viðstein. Tíðia rennur sum streymur í á, títt munnu bylgjurnar falla; lítlum báti rekist eg á, áráleysur at kalla (Fr. Petcrsen, próstur). Hann var borin í heim eina viku unđan Mikkjalsmessu í 1917, beint sum heimurin brann av tí allarversta, meðan so ina-ngt lovandi ungmannalív týndist í blóðigum bardaga úti í meginheiminum. Tað var hansara lagna, at hann skuldi skoða dagsins Ijós, meðan túsundtals eygu slóknaðu á stríðs- vøllinum bæði fyri eystan og fyri vestan, og so inangir sjó- menn kroystist í havsins kalda føvningi — og ongantíð spurdust aftur. Hann var borin í heim í einari óndari orrustutíð, hann var yngst og skuldi vera gleðin hjá foreldrum sínum. 011 trongdu í hesum tíðum til tann gleðis-glotta, tey kundu fáa og hansara foreldur ikki minst. Hann var ikki sum børn flest. Tí hóast at hann kunđi vera leikandi kátur, sum smádrongur helst altíð er, so lievði hann tíðliga tað fram um onnur smábørn, at hann í álvarsemi kundi standa niðri við strondina og slotað. Hann var álvar- samur longu tá, tá ið hann sum 5-ára gamal smádrongur, stóð' niðri á støðni tá ið bátarnir fóru á flot, og bað lova sær við. Hann mundi tíðan heita á útróðrarmenn, um at lova sær í bátin, inntil teir tóku hann við, annaðhvørt teir so fóru við goggulínu ella teir fóru at dyrgja. Ut á miðjini eystan fyri

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.