Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 26

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 26
90 DÚGVAN oynna ella suður um Botnarnar, slapp hann ikki, til tess var hann ovlítil enn. Hann var hugaligur tá ið hann kom har sum tey fingust við fisk, hvørt tey so vaskaðu, breicldu elia bóru í stakk aftaná ein góðan terradag. Hann var lítil tá ið hann tók um hin fyrsta fiskastertin, og tað var ikki meira enn hansara smáu barnafingrar orkaðu at lætta hesum stóru Islandstorsk- unuin á, ið lógu reinir og hvítir og sólaðu sær á fiskastykk- inum, meðan eystanlotið fleyraði svaiandi inn úr havinum. Hansara størstu løtur vóru tá ið skipini komu. Fyri tað fyrsta, so komu tey frá havinum, stórhavinum langt burtur við Island og við Rokkin, og so høvdu tey fong við — bæði nógvan og stóran torsk. Og samstundis komu skipsmenninir at landi við bátunum. Og so hugtikin hann var av skipinum og torskinum, so góður var hann eisini við skipsmenninar. Hann var kanska best við skipsmenninar, av øilum teimum monnum, sum hann ferð- aðist í millum ■—■ og hann ferðaðist altíð millum 'menn. Skipsmenninir høvdu so gott hanđalag til alt, og ikki minst til at fáast við smádreingir. Hetta var hann skjótt greiður yvir. Skipsmenninir lovaðu honum í bátin, og teir lótu hon- um ár í honđ, so hann lærdi at rógva. Og teir tóku hann við umborð á skipið, góvu honum keks at eta og kaffi at drekka. Og tað kunđi eisini bera á, at onkur umhugsin skipsmaður átti eitt fult rannsónblikk av Islandsberum, og sjálvanđi var hann eisini leskaður. Skipsmenn vóru góðir við smádreingir, og júst teirra kærleiki til hin unga føroyska smádreingin eigur ein góðan part í, at hin føroyski unglingin er vaksin longu tá ið hann kemur á skipađekk. Dreingirnir hava í uppvøkstrinum lært, hvussu alt eitur umborð á skipi líka av hekkuni og fram í stavn, teir hava lært nøvnini á øllum amboðum ið nýtt verða umborð og duga at skilja millum banjara og dúrk og stýr- borð og bakborð. Øllum hesum gáaði sonurin eisini eftir. Hann lærdi bátin og skipið at kenna og hann lærđi at vera góður við skipsmenninar, ið altíð vóru líka góðir við hann.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.