Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 27

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 27
DÚGNAN 91 „Tað verður ikki maður úr tí smádreingi, io ongantíð kemur vátur aftur at húsum,“ hava summi til orðatak, tá ið onkur gremur seg um ein smádrong, sum altið tvassar í fjøruni og ger seg vátan. Lat tað so vera, at tað ikki altíð er so tespuligt at taka karmarnar tá ið smádreingir koma aftur til hús aftaná at hava runnið niðri í flóðlni til seint á kvøldi. Men hann ið hugsar seg um, noyðist at geva teimum rætt ið halda fast við, at „tað verður ikki maður úr tí smá- đreingi, ið ongantíð kemur vátur aftur at húsum.“ Og tað skal vera sagt um sonin, uttan at tað skal vera honutn til minkan á nakran hátt: Tað gekkst illa at halda hann turran, bert um hann slapp út um dyrnar, tí hann fór beinanvegin í fjøruna ella í ein bát, sum lá út fyri støðni. Hansara hugur til arbeiði og stríð, hansara kærleiki til havið og teir, ið havið røkja, og hansara umsorgan fyri øllum tí, ið havið gav, skuldi tíðliga beina hann inn í eitt íði og trúfast starv, sum øll vóru fegin um. Lagnan var honum mein, tá ið hann misti móður sína, og hann kendi, at hennara fjálgandi hond ongantíð meira skulđi kína lionum um kinnarnar, tá ið hann kom inn um dagin at fáa sær ein bita, ella hann um kvøldið kom heim at leggja seg. Men tá ið hann sá, hvussu væl ið faðirin bar henda dygga stoytin, tá beit hann tenninar saman, og gjørd- ist líkbleikur og álvarsamur. Oivað man hann tá hava hugsað sítt, tí sum orðatakið sigur: „Eingin skal leggja stein omaná byrðu.“ Tej' fingu øll sína byrðu at bera, ið varđu av, tá ið móðurin slóknaði, og teir bóru byrðar sínar í tøgn fyri seg sjáívan, faðir og sonur. Hvørgin vildi gera øðrum byrðuna tyngri enn hon var. Men ongantíð var lagnan honum meira hjartaleys enn tá ið elsti bróður hansara doyði. Tá stríddi hann ein harðan bardaga við seg sjálvan fyri ikki at missa sítt egna fóta- festi. Men tá ið hann sá sín sorgartunga faðir, tá reistist maðurin í honum, maðurin ið havið, skip og bátar og skips- menn høvdu fingið burtiw úr smáđreinginum við sjóvarmálan, og hann fann bæði megi og orð til at troysta sín sorgtunga

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.