Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 1

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 1
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi frá 1920 til 1952.1) i. Eftir R. K. Rasmussen,2) Inngangur. Eiðis læknadømi var í hesum tíðarbili norðari partur av Eysturoy og Streymoy. Eystur, suður og vestur var markið: Elduvík, Funningsfjørður, Hósvík og Saksun, hesar bygd^ irnar uppítaldar. Fólkatalið o. u. 2300. Teir tilburðir við tuberklasjúkum hiðani, ið sleppa uppí her, eru sjúkur, ið taka seg upp í hesum 32 ára tíðarskeiði, uttan mun til hvar ella nær hin sjúki er smittaður; sjúku= avgerðin skal vera gjørd ímillum 27/s 1920 og 26/6 1952. Sama ger, um hin sjúki hevði tilhald her í læknadøminum ella ikki, beint tá ið sjúkan tók seg upp. Avgerandi er, at ') Eg veiti her yvirlækna P. Dahl, Dronning Alexandrines Hospital í Havn, fyrrv. amtslækna H. Heerup, Odense, fyrrverandi yvirlækna við frammanundan nevnda sjúkrahús, yvirlækna V. Magnussen, Bróstsjúkra- húsinum í Havn, amtslækna Erik Lynge, Holbæk, fyrrv. lækna á bróst- sjúkrahúsinum, og hjálparlæknum teirra bestu takkir fyri greiniligar upp- lýsingar um sjúklingar, ið út eru skrivaðir úr hesum báðum sjúkrahúsum, ella hava verið til kanningar á tuberklastøðini, og fyri lán av sjúka- dagbókum. Eisini leitar hugin í hesum sambandi til hin farna dr. Jónsson, sum í mong ár var yvirlækni á Bróstsjúkrahúsinum. 2) Týtt hevur Jóhannes av Skarði.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.