Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 2

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 2
8 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi hann ella hon hevði heim sítt her, og, um tuberklasjúkan tók seg upp uttan fyri læknadømið, fór heim aftur at vera, kann henda lektur á bróstsjúkrahúsi ella sjúkrahúsi. Tey, sum andaðust av tuberklum uttan fyri læknaøkið koma sjálvandi eisini uppí her. Hetta geldur t. d. skipsmenn og sjómenn, sum eru vorðnir sjúkir undir íslandi, í Grønlandi ella øðrum fjarum londum. Har afturat børn, hálvvaksin og unglingar, ið høvdu fyrsta sjúkudag sín, meðan tey gingu í skúla, stóðu í læru ella fingu sær annan kunnleika á øðrum stað, uttan fyri økið. Gentur, sum hava verið og tænt burtur í bygd og eru vorðnar sjúkar har, verða taldar uppí. Mong fólk fáa ofta av somu smittu fleiri tuberklafyrb brigdi. Stundum ganga ár ímillum hesar sjúkur, men stund* um koma tær hvør í hølunum á aðrari, stutt ímillum. Niðanfyri verða nevnd dømi um hetta. Tubbusteyrarnir kunnu seta seg í at kalla eitt og hvørt av yrkisgøgnum likamsins og elva heilt ymissar sjúkur. 5 av hesum sjúkum: smittuhiti, tuberklar í heila* og mønuserki, tub. universalis, tub. miliaris peritonei, pericarditis caseosa productiva tuberkulosa og vatn á lungunum verða viðgjørdar her. Hinar koma til viðgerðar í næsta Fróðskaparriti. Smittuhiti. Við smittuhita er at skilja tann hiti, sum tíðum — men ikki altíð — kemur saman við tuberklaígerð, og at kalla altíð um somu tíð sum vend frá negativum til positivt pirk (vendin frá óviðkvæmi til viðkvæmi). Henda ritgerð tekur, sum yvirskriftin sigur, saman nýggju tilburðirnar við smittuhita í ávísum øki í 32 ára tíðarskeiði. Tey børn og tilkomnu, sum orsakað av smittu, vendu frá negativum til positivt, men við ongum hita, eru, eftir tí ið oman fyri er sagt, ikki tikin við. Tó skal her takast fram, at í hesum høpi er tað uttan týdning, hvørt hitin vardi stutt ella leingi, um hitastrikan reis høgt, ella um bert var talan um linan hita í stutta tíð.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.