Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 6

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 6
12 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi mugu tey nýsmittaðu verða skift í 2 bólkar: A. børn og B. tilkomin. Seta vit markið ímillum bólkarnar til 14. árið út, hevur talvan tilsamans 47 børn og 59 tilkomin. A. Smittukeldan kend hjá øllum børnunum. 16 børn vórðu smittað av fólkum innanveggja í heiminum. Seta vit talið á smittaðum aftanfyri tann, ið smittaði, fáa vit: mamman (6), pápin (3), abbin (5) og pápasystirin (2). Haraftrat kunnu vit seta 4, ið smittað vórðu av skyldfólki, sum jú áttu hús sjálv, men sum kortini dagliga gingu í hús hjá øðrum næstingum og tá komu at smitta børn teirra. Tað vóru so 20, ið smittað vórðu innanveggja í heiminum. Heimið er tó ikki ramasta bølið at breiða út tuberklarnar. Men her er fyrst og fremst at nevna vitjan barnanna inn í hús, har tuberklasjúk fólk, mannfólk og konufólk, búðu. 23 børn vórðu smittað á hendan hátt og nærum øll, áðrenn smittandi lungnatuberklarnir vóru funnir. At so nógv børn vórðu smittað í øðrum húsum enn heima hjá sær sjálvum, stendst av, at húsini í mongum smábygdum standa so tætt saman, ella eru áføst. Tí er høgligt og sera vanligt hjá børnunum, bæði summar* og vetrarkvøldini — mest vetrar= kvøldini — at ganga inn til vinir og spælisystkin í granna* húsi. Foreldrini leggja einki í tað, tí tey vita, hvar børnini eru. Hini 4 børnini við smittuhita, vórðu smittað meðan tey búðu burtur í bygd. Flestu teirra ferðaðust saman við mammuni og vórðu smittað, uttan at hon grunaði vandan. Hjá teimum kenna vit eisini smittukelduna. B. 13 av teim 59 tilkomnu vórðu smittað heima hjá sær sjálvum, ella í húsum, har tey vóru at vera í stytri ella longri tíð, meðan tey her komu at búgva saman við einum av húsfólkunum, ið hevði lungnatuberklar. Hjá øllum hesum kenna vit smittukelduna. Sama talið — 13 — vórðu smittað við tuberklum í grannalagnum, ella millum kenningar og vinir, allir við kendari smittukeldu. Mong ungfólk úr Eiðis læknadømi fara til aðrar, størri bygdir, ella til Havnar, at fáa sær arbeiði, ganga í skúla, fara í læru, læra at seyma, flýggja út í handli, arbeiða í

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.