Fróðskaparrit - 01.01.1959, Síða 8

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Síða 8
14 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi innasta kong. Beinanvegin tók tað eitt litið sindur ilt fyri seg, men skjótt batnaði aftur, og húðin gróði útyviraftur. Men ein lítil troti var eftir, og húðin bar á blátt. Ikki fyrr enn i september 1941 kom troti og roði innanvert á v. armi omanfyri alboga, og eitlarnir undir hondini v. megin bólgnaðu. Frá !1/9 var hiti í 12 dagar, upp i 39,3. Við fyrstu læknavitjan og kannan 17/9 1941, o. u. mánað aftan á óhappið, varð funnið: Nakað av trota, húðin bláliga illlit lógvamegin á v. fremstafingri. Innanvert á v. armi oman fyri alboga 10 x 10 cm stórt, tógvið, trútið øki, og húðin omaná eitt sindur reyð, men merkb liga lítið eym. Undir hondini eitlar stórir sum hassilnøtir. Lungu og hjarta rættvorðin. Hitin 38,4. Pulsur 100. Mangt bendi á, at sjúkan, sum kom úr v. fremstafingri, var tuberklar; hetta mátti einhvørsvegna vera smittuhiti. Men ógjørligt var at vísa á smittukeldu. Teir, ið høvdu verið á báti við honum, vóru allir frískir. Um hesa tíðina var ikki kunnugt um nakran tilburð við tuberklum í bygdini, har o. u. 125 fólk búðu. í húsi vóru: pápin, 53 ár, mamman, 54 ár, og, umframt omanfyri nevnda D. I., 3 aðrir synir. Pápin hevði 14—15 ára gl havt vatn á lung» unum, men hevði annars onga sjúku havt, ið runnin var av tuberklum. í januar 1924 var pirkið 9 mm. Mamman hevði á somu tíð -4-. Hon helt, at hon hevði ongantíð havt sjúku, ið hugsast kundi at stava frá tu= berklum. í januar—februar 1940 vórðu allir fiskimenn í Eiðis læknadømi pirk« aðir. Pápin hevði tá eins og í 1924 stórt -)-. 3 elstu synirnir, sum tá vóru tilkomnir, høvdu allir 4-. Yngsti bróðirin, ið bert var 10 ár, og mamman vórðu ikki pirkað. Hin 21/9 1941, stívliga 1 mánað eftir, at ungi maðurin hevði stungið seg í fingurin, fekk 16 ára gomul genta í somu bygd hita og knútarósin, og skjótt var eyðsæð, at sjúkan var smittuhiti. Hon varð pirkað •/11 1939 og hevði -r-, men hevði 30/9 1941, 9 samdøgur eftir fyrsta sjúkudag, stórt + við breiðari rípu, sum vætti, mitt ígjøgnum roðan. Smittukelda mátti so kortini vera í bygdini, men hvør var tað? Til møguliga at finna hana, vórðu í okt. 1941 øll undir 30 ár, og einstøk onnur, pirkað. Fýra brøðurnir vórðu pirkaðir hin 3., mamman 8. og øll hini 18. Nú kom upp, at tað vóru 6 undir hendan aldur, ið vóru vend frá til +. Umframt omannevndu 16 ára gentu teir 4 brøðumir og 21 ára gl. maður, ið, eins og gentan, dagliga kom í húsið tað, sum her er talan um. Mamman hevði nú + 10 mm. Hin elsti av 4 brøðrunum, hann var 24 ára gl., var vorðin sjúkur 26/9. Hin yngsti, ið var bert 11 ára gamal, hevði ligið í seingini síðan 29/9; teir lógu báðir, tá ið reglubundna pirkingin varð framd, og hin næstyngsti brøðranna, ið var 18 ára gl., kendi seg ikki heilt frískan hendan dagin. Teir høvdu allir, ella fingu allir, smittuhita, ið vardi upp
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.