Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 11

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 11
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 17 hesum nevndu børnunum hevði beint tá havt smittuhitan; hitt seinast nevnda lá júst tá við hesi sjúku, og hin eldra av teimum báðum gents unum er barnið, ið henda sjúkusøga er skrivað um. So umframt 7 mán. gl. barnið var bert 1 barn í húsinum, 9 ára gl. genta, ið ikki var smittað av gamla, seingjarliggjandi manninum. Tey, ið smittað eru av honum, verða eftir tí, ið sagt er omanfyri, roknað at hava kenda smittukeldu. 8 ára gl. gentan tosaði fyrstu dagarnar í juni 1944 um, at hon hevði ilt í svølgrúminum, tá ið hon svølgdi. Eina viku seinni varnaði móð« irin, at dóttirin hevði eitlar á hálsinum. Hon hevði neyvan nakran hita og hevði ikki ligið. Eingin hosti, einki kom upp, eingin stingur. Eingin pína aftan fyri bringubeinið. Við 1. sjúkuvitjan 14/6 1944, var einki at síggja í svølgrúminum. I høgra trigonum caroticum eitil heldur størri enn kjarnin í hassilnøt. Undir húðini á m. sternocleidomast. vinstrumegin flatur, 4x4 cm stórur, eitil. Eingin roði og húðin ikki eym. Bróstkanning vísti, at alt var sum tað átti. Pirking vísti -r-. Við 2. sjúkuvitjan, hin 28 6 1944, var framvegis einki at síggja í svølgrúminum, og eitilin høgrumegin óbroyttur. Men tann vinstrumegin var vaksin, og støddin var nú 7 x 7 cm. Kanning við lurti vísti alt at vera, sum tað átti. Pirquet roynd vísti 3. sjúkuvitjan var 2 dagar seinni, hin 30/6. Pirquet roynd vísti nú ógviliga stórt +: tvørmát 20 mm, við 5 mm breiðari rípu, ið vætti, í miðjuni. Aðrar kanningar góvu einki nýtt. Løgd inn á Dr. Alexandrines hospital i Havn 15/7—9/9 1944. Fekk her kolbogaljós. Eitlarnir á hálsinum at kalla burtur, tá ið hon kom heim aftur. Men hon fekk afturstig í 1946 og 1947 og varð tí løgd inn á sjúkrahúsið í Klaksvík. Nú mátti skerast, bæði høgru* og vinstru* megin. Varð frá báðum sjúkrahúsum útskrivað við sjúkuavgerðini: Adenitis colli tub. Nú liggur raðið at spyrja, um 8 ára gl. gentan er ikki smittað ígjøgnum mandlurnar, og ikki ígjøgnum lunguni. Her eru fleiri egin viðurskifti, ið mega verða nevnd, tá ið hesin spurningur verður settur. Nágranna bilið, tá ið smittan kom í, kenna vit ikki. Eftir øllum líkindum hevur hetta verið stutt undan 18/s, deyðadag abbans. í fyrsta lagi 14 dagar eftir hetta (fyrst í juni) gremur barnið seg um, at hon hevur ilt í hálsinum, og viku seinni varnar mamman trútnar eitlar, ið støðugt vaksa. Hon varð pirkað tvær ferðir (14/6 og 28/6) og hevði -r-, og ikki fyrr enn 30/6, H/2 mánað 2

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.