Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 18

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 18
24 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi Við smittuhita fær hitt eyðkenda pirkið — mátað 48 tímar eftir at pirkað varð, og við positivum úrsliti — tíðum 15—20 mm breidd, og ofta við 2—5 mm breiðari væturípu í miðjuni. Vit síggja tó av og á vísingar, sum eru bert 4—6 mm, og har ikki vætir útúr. Knútarósin. Á 1. talvu síggja vit, at 27 av teimum 106 sjúklingum við smittuhita høvdu eisini knútarósin, — tað verða 25°/o. Hesi 106 kunnu verða borin saman við Poulsens5 285 serliga burtur úr valdu. Av teimum vóru 58 við knútu* rósin, t. e. 20%. í 1. talvu vóru mannfólkini bert 4—7 °/o, alt dreingir undir 15 ár. Av konufólki vóru ikki færri enn 23, t. e. 47 °/o. Leggja vit aldursbólkarnar 20—24 og 25—29 saman, verður knútarósinprocentið hjá teimum ósambærliga stórt: Av 12 konufólkum 10 — 83 % — við hesum óføri. Broytingar við lungarótina. Tá ið tuberklasmittan kemur inn ígjøgnum lunguni, kemur á tað smittaða staðið ein lítil tuberklabrunagerð í lungnabløðrurnar. Haðani fer bruna* gerðin eftir gróðrarvatnsæðrunum og elvir trútnar eitlar við lungarótina, møguliga við trota uttanum. Hesar broytingar verða sjáldan funnar á annan hátt enn við røntgenkanning. Bygdalækni, ið býr langt burtur frá bróstsjúkrahúsi og sjúkrahúsi, stendur tí uttan hetta týdningarmikla hjálparráð, meðan sjúkan er. Tí eru bert fá sjúk røntgenkannað, og vit kunnu hvørki her ella niðanfyri taka hesar broytingar við lungarótina við. Blóðkroppafall. Rannsóknir við blóðkroppafalli hava verið nógv nýttar til hesa ritgerð, og tær hava verið til mikið gagn. Meðan her einki nýtt er at greiðafrá, verðatær ikki viðgjørdar. Hálstak. Ikki er heilt óvanligt, sum nevnt á bls. 18, tá ið smittuhitin kemur til sjóndar, at síggja veikan roða í svølgrúminum, og stundum er pína, tá ið hann (el. hon) svølgir. Hesi sjúkueyðkenni hvørva aloftast skjótt, og sjáldan er nakar eitlatroti at finna. Ein 5 ára gl. genta, smittað av pápa sínum, hevði tó smáar, tunnar skónir á báðum mandlum og eitlar stórar sum hassilnøtkjarni á hálsinum, samstundis sum smittuhitin kom.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.