Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 19

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 19
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 25 Andarleiðin. Beint tá ið sjúkan tekur seg upp hoyrist í eina stutta tíð av og á ein feril av hæsi, ið varir stutt, og tíðum eitt sindur av hosta, men sjáldan alla hitatíðina. Hostin kann vera turrur, ella tey spýta eitt sindur. Stundum kemur rættiliga nógv upp — 20—40 cm3 í samdøgrinum. Ofta er tað tunt, glart ella vágblandað. Vit hava mangar strokkanningar á glasi av spýttinum, men ongantíð hevur eydnast á hendan hátt at ávísa tubbusteyrar. Men »Statens Seruminstitut« hevur við aling funnið tb. í verti, sum er tí sent. Stundum eru at hoyra onkur hvin ella bullandi ljóð, veik fínlig skróvan ella gnadd um størri ella smærri øki; eina ferð upp ímillum viknaður andadráttur uttan doyvt bankiljóð, um niðara part av øðrum lunganum. Hesar broytingar eru ivaleyst orsakaðar av trútnu eitlunum við lungarótina, trotunum uttan um teir ella nakað burtur frá teimum, t. e. broytingar, ið vit best kunnu ávísa við røntgen* kanning. Her eru nakrir stuttir úrdráttir úr sjúkudagbókum: Fremst í hvørjum úrdrátti kyn og aldur sjúklingsins: cf < 1 ár: Einstøk vát bulliljóð báðumegin á bakinum. 9 5 ár: Komandi og farandi hvin í handars gotinum v. m. og undir h. óstbeini. đ 6 ár: Gnadd undir hondini h. m. og á síðuni h. m. 9 9 ár: Hvin v. m. á bakinum og fínlig skróvan mitt á bakinum báðumegin — komu ikki fyrr enn hitin var burtur. cf 10 ár: Fyrst einstøk hvin oman fyri h. óstbein og ovast á bakinum høgrumegin, seinni onkur ríkjan. đ 12 ár: Eitt sindur viknaður anda= dráttur uttan doyvt bankiljóð á síðuni og niðast á bringuni h. m. đ 16 ár: Grovligur andardráttur vinstrumegin á bakinum úr lungas broddinum og mitt í reg. infraspinata. đ 22 ár: Fínlig skróvan niðast á bakinum vinstrumegin. 9 26 ár: Grovligur andadráttur undir vinstra óstbeini. Smittuhitin kemur stundum við leysum lívi, eitt sjúkuí eyðkenni, ið eisini er hjá Friederichsend Tey funnu sjúkueyðkenni smittuhitans eru mong, og enn fleiri eru enn tey, ið omanfyri eru nevnd. Til dømis hendir, sum 5. sjúkusøga vísir, at meningitiskend sjúkueyðkenni

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.