Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 20

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 20
26 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi gera vart við seg uttan meningitis, og uttan at sjúkubrøgdini gera vónirnar verri. Vælkent er, at nógvar vanligar ígerðar* sjúkur, tá ið sjúkan tekur við, tíðum hava við sær, at sjúklingurin stívnar í rygginum og nakkanum, men neyvan er vanligt at finna sjúkueyðkenni sum tey, ið eru í 5. sjúkusøgu. 5. cf O. J., b. í h. 23/9 1938. Smittaður av ógiftum tuberklasjúkum mammubeiggja, ið dagliga gekk inn til teirra. Pirkaður 29/7 1944 Sjúkur 9/9, hitin um kvøldið 38°. So í tríggjar dagar 39° og meir. Hin 10/9 bløddi hann illa nasablóð, og soleiðis bløddi hann fleiri ferðir í næstu 3 dagarnar. Gramdi seg eitt sindur — men lítið — um at hann hevði ilt í høvdinum, hostaði ikki. Hin 12/9 um kvøldið skjálvti; hin ,3/9 40/40,5; sjúkuvitjan um kvøldið. Tá var drongurin einki petti ússaligur og var við sítt fulla skil. Men so vóru 2 sjúkubrøgd, ið beinanvegin vendu hugin at heilabruna: Kernigs sjúkueyðkenni við 60° báðumegin og tíðiligt stirvni í nakks anum. Tá ið hann við sjúkuvitjan varð hjálptur fram á gólv at standa leysur, datt hann beinanvegin, ella rættari fór endilangur, tí hann var stívur sum ein steyrur. Varð lagdur inn á Dronning Alexandrines hospital í Havn ,4/9 1944 fyri tuberklar í heila* og mønuserki. Hin 24/4 1945, eftir 7 mánaða vist við sjúkuavgerðini smittuhita, varð hann útskrivaður. Hitin kom fyrstu 5 dagarnar tvær ferðir upp i 39,5°. Hevði hita og lítilhita alla sjúkras húsvistartíðina. Týðiligur febris remittens, og pulsus frequens frá tí, hann varð lagdur inn, til hann slapp heim aftur. Við fyrstu kanning á sjúkrahúsinum var hann við sítt fulla skil, so sum hann eisini var, tá ið hann fór heiman, men einki stirvni í nakk« anum ella Kernigs sjúkueyðkenni. Pirking vísti +. Hæmoglobin (Sahli) 45°/o. (Nasabløðingl). Men stirvni í nakkanum kom aftur 20/9, og 3 dagar seinni kom eisini Kernigs sjúkueyðkenni aftur. Hin 20/9 varð stungið í lendamønuserkin, og 8 cm3 av mønufloti tiknir útúr. Tað fyrsta, ið kom, var ógviliga blóðkent, síðan var tað glart flot: Hvítir blóðkroppar 38/3, reyðir 6000/3, albumin 10—20 og globulin 0. Røntgenkanning 16/9 og ,2/l2 vísti ov stóran skugga í h. lungarót, annars einki órættvorðið. Men 17/l 1945 varð funnin troti uttan um h. lungarót og 3 cm breiður skuggi fram við barkanum upp ímóti óst« beininum. Dagin fyri útskriving av sjúkrahúsi var trotin aftur burtur, og eftir var bert ov stór lungarót. Hann hevði alla tíðina verið við sítt fulla skil, var tyngdur úr 20 og upp í 25,8 kg. Siðan frískur.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.