Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 21

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 21
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum i Eiðis læknadømi 27 Tuberklar í heila= og mønuserki (Meningitis tuberculosa). Tilsamans 4 tilburðir við tuberklum í heila* og mønu< serki: Ein 9 ára gamal drongur og trý ung (2 đ 1 ?) á 15—19 ára aldri. 3 teirra (nr. 1, 3 og 4) eru ímillum tey 106 nýsmittaðu við smittuhita, og verða tað 3 °/o. Poulsen5 hevur 2 °/o av teimum 285, sum øll, eins og tey nýsmittaðu her, høvdu havt smittuhita. 1. đ E). J. J., b. í h. 20/9 1920. Hesin 9 ára drongurin hevði kenda smittukeldu og smittuhita fyrst í november 1929. Pirkið 14/ll 1929 + 10 mm. Lá í fyrstuni bert av og á. Hitin neyvan høgur. Hevði ringan høvuðverk beint tá ið sjúkan kom, og ógviliga skjótt lættnaði hann sjónligt. Svav nógv — eisini um dagin. Stirvin í nakkanum, tá ið okkurt um 3 vikur vóru farnar. Doyði xl 11, slakan mánað eftir 1. sjúkudag av tuberklum í heilas og mønuserki. Smittuhitin og heilabrunin runnu her saman hvør í annan uttan slit. 2. c? E. E., b. í h. 25/l 1917. Annar av hesum báðum unglingunum var sjómaður og doyði í amerikanskum havnarbýi 1. november 1934, knappliga 18 ára gamal, av tuberklum í heilas og mønuserki (frásøgn frá konslastovuni). Hann varð í december 1927, nærum 11 ára gamal, pirkaður, var negativur. Smittuviðurskifti ókunnug. 3. đ O. J., b. í h. 16/2 1928. Hin unglingin var 18 ár og gekk í skúla í Havn. Lá sjúkur heima í frítíðini og hevði tá smittuhita frá 9/8 til 20/9 1946. Smittukelduna kenna vit ikki. Pirkaður: januar 1946 -4-, 20/8 1946 Síðan frískur til 28/io 1946. Varð henda dagin sjúkur við tuberklum í heila* og mønuserki. Doyði av hesi sjúku 26/n 1946. Slakir 3 mánaðir gingu ímillum fyrsta dag smittuhitans og tann dagin, ið heilabrunin tók seg upp. Segði óspurdur, at hann í døgunum uttan um fyrsta sjúkudag við heilabruna hevði kent pínu aftanfyri niðasta triðing av bringubeininum, tá ið hann svølgdi stórar munnbitar. Onga tílíka pínu kent, meðan hann hevði smittuhita. 4. 9 A. S. A., b. í h. 2*l7 1919. 4. sjúklingurin i hesum bólki var nærum 19 ára gomul genta, ið gekk á húshaldsskúla í Havn frá 1. no« vember 1937 til 1. mars 1938. Hjá einum øðrum næmingi á skúlanum vórðu tuberklar ávístir við tubbusteyrum í spýttinum; hetta var í januar 1938. Hon varð løgd inn á bróstsjúkrahúsið hin 20/l 1938. A. S. A. varð pirkað hin 21/l og 25/2 1938, báðar ferðir við negativum úrsliti. Smittuhiti 10/3 1938, so ífestitiðin var í minsta lagi 49 dagar.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.