Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 28

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 28
34 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi Yvirlæknin V. Magnussen, Bróstsjúkrahúsinum í Havn, Calmette koppaði í Eiðis læknadømi í 1946 frá 22. til 26. september. Smittuhiti sást her seinastu ferð í august sama ár. Sjúklingurin var 18 ára gamli drongurin (O. J., b. í h. 16/2 1928) í 3. sjúkusøgu í pettinum um tuberklar í heila* og mønuserki. Vit kenna tilsamans 3 tilburðir við vatni á lungunum í Eiðis læknadømi síðan koppingina í 1946: 3 konufólk. Aldur teirra og — í klombum — árið, tá ið sjúkan kom upp: ? S. M. F. G., b. í h. 31/i2 1909, 38 ár (1947), $ S. D„ b. í h. 6/s 1922, 25 ár (1947) og ? S. J„ b. í h. l7/» 1924, 25 ár (1949). Hin fyrsta teirra hevði ætlandi havt smittuhita í 1930, tá ið hon tænti í Havn. Segði, tá ið hon varð pirkað undan koppingini í 1946, at hon hevði havt + í 16 ár. Varð tí ikki koppað. I 1947 vatn á lungunum v. m. Lá á Dronning Alexandrines Hospitali 3%—3/10 1947. Røntgenkanning bendi á, at vatnið á lungunum var eftirsjúka (sekundær). Næsta konufólkið av hesum trimum tænti í Havn og kom 24/9 1946 til at verða pirkað. Vísingin var mikil (+ 20 mm). Var ikki koppað. Var ætlandi nýsmittað. Lá á bróstsjúkra* húsinum við vatni á lungunum frá 2% til 25/10 1947. Seinasta av hesum nevndu konufólkum varð pirkað í 1946. Eingin vísing. Kom ikki til koppingar. I 1949 vatn á lung* anum vinstrumegin. Kend smittukelda. Dronning Alexan» drines hospital 28/s— 10/i2 1949. Á 4. talvu eru smittuhiti og vatn á lungunum sett lið um lið. Hugsa vit okkum tølini í hesi talvu sett hvørt í sína farmynd, fara báðar farmyndirnar minni enn so somu leið. Flestu tilburðir við smittuhita eru ung fólk ímillum 15 og 19 ár, og eru teir í hesum bólki 30. Á 20—24 ára aldri eru bert 18, og í trimum yngstu bólkunum, ið hvør hevur 5 árgangir, víkja tølini bert lítið frá tí, meðan tey frá yngstu bømunum og uppeftir eru 14, 16 og 17. I fyrstu 5 árunum eftir 25 ára føðingardagin eru bert 7. Eftir hendan aldur er smittuhitin sjáldsom sjúka.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.