Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 34

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 34
40 Føroyanavnið eina ferð enn Beinast er at siga hetta alt fyri eitt: Sum landsnavnið er vorðið í dag, Føroyar (Føroyum, Føroya), sagt: Fórjar (Fórjun, Fórja), var tað ikki í víkingatíðini og tað mesta av miðøldini. í seinna parti av navninum kendist tá skilliga aftur orðið »oy«, skrivað »æy, øy, ey«. Fyrri parturin av navninum hevði tá eitt (langt) —æ—, sum longu í 15. øld, í hvussu er í støðum, hevur verið framborið sum (langt) —ø—. Styttingin av hesum —ø— til stutt —ó— (í Suðuroy stutt —ø—) er eitt uppaftur yngri fyribrigdi. Men hvat er so hetta Fær< í landsnavninum? í 1849 kom norski søgufrøðingurin P. A. Munch, sum tá var stadđur í Edinburgh, fram á eitt handrit, har ein Noregs* søga stendur í, »Historia Norwegiæ« tey kalla. Handritið, sum skrivað er í 15. øld, er av fyrstu tíð komið úr Orkn= oyggjum (Koht 1950). Tað er skrivað á latíni. Noregs^søgan er bert til í hesi uppskriftini, men upphavsritið man vera sera gamalt, Halvdan Koht heldur, at tað varð skrivað o. u. 1170, aðrir halda onkuntíð aftan á 1200, men yngri enn frá fyrru helvt av 13. øld fær tað neyvan verið. í fyrra parti av »Historia Norwegiæ« er sagt frá Noregs landi og fólki, frá oyggjunum vestur í havi: Orknoyggjunum, Føroyum og Islandi, í seinna parti frá kongunum, sum stýrt hava Noregs* veldi — tann seinasti er Ólavur halgi. Pettið um Føroyar er hetta: »De jnsulis ouium. Sunt jtem jn refluentis occeanjJ) jnsule numero (tal er einki, heldur ikki glopp til tal) quas prima (eigur helst at vera: patria) lingua farcar (hetta er løgin misskriving fyri: Fær* ■) Eiliv Skard sigur í »Málet i Historia Norwegiae« (Oslo 1930), at høvundurin nýtir eitt orð, sum annars ikki er funnið, refluentum, ella beinari fleirtal av slíkum orði refluenta, og leggur afturat: ». . sjølve fyrestellingi um at havet »flyt attende«, finst alt hjá Solinus og lever vidare t. d. hjá Honorius; ordet fluenta (plur.) finst t. d. hjá Prudentius, som ogso nyttar ordlaget refluo in salo; men sjølve ordet refluenta hev me ingen stad funne. (í undirgrein): Martianus Capella hev maris fluenta.« (Bls. 83).

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.